Keypið er treytað av, at Tórshavnar kommuna góðkennir, at virksemið hjá Kvinnuhúsinum kann fara fram í bygninginum. Yvirtøkan fer fram 1. januar 2028, og fram til tá kann kirkjan halda á við sínum virksemi, til nýggj kirkja er bygd.
Nevndin í Kvinnuhúsgrunninum fegnast um, at tað nú er eydnast at finna hóskandi hølir, sum kunnu nøkta tørvin hjá Kvinnuhúsinum og tí fjølbroytta virksemi, sum húsið hýsir. Hølini liggja væl fyri og geva góðar møguleikar at menna virksemið framyvir.
Seinastu mánaðirnar hevur nevndin í Kvinnuhúsgrunninum, í samstarvi við Argja kirkjuráð, arbeitt miðvíst við at fáa eina avtalu upp á pláss. Kvinnuhúsgrunnurin vil fegin takka Argja kirkjuráði fyri gott og konstruktivt samstarv, sum hevur ført til eina loysn til gagns fyri báðar partar.
Bygningurin er ikki klárur at taka í nýtslu, tá kirkjan flytur út. Tørvur er á umfatandi umbygging. Kvinnuhúsgrunnurin fegnast um, at Betri samtakið hevur latið 5 milliónir krónur í stuðli til umbyggingina, og fer Kvinnuhúsgrunnurin komandi tíðina at arbeiða víðari við at útvega fígging og søkja um stuðul til verkætlanina.
– Fyritøkur, feløg, felagsskapir og einstaklingar, ið hava áhuga í at veita stuðul til arbeiðið, eru vælkomin at seta seg í samband við Kvinnuhúsgrunnin á [email protected]. Kvinnuhúsgrunnurin greiðir fegin nærri frá virkseminum og framtíðarætlanunum. Eisini ber til at lata stuðul beinleiðis á kontu: 9181-1240449, skrivar Eva H. Bennicke, forkvinna, vegna Kvinnuhúsgrunnin í tíðindaskrivi.











