Nógv hevur verið kjakast um kvinnukappingina í vetur, men nú hevur aðalfundurin hjá hondbóltssambandinum samtykt nakrar broytingar, sum skulu gera kappingini meiri áhugaverda.
Tvey lið flyta niður
Tá ið kappingin hjá kvinnunum fer av bakkastokki aftur í heyst, verða liðini í deildini átta í tali, sum tey eisini vóru farna kappingarár. Hesi átta liðini spæla eitt grundspæl, har liðini fáa 14 dystir hvør.
Grundspælið verður liðugt á jólum, og tá verður deildin býtt í tveir bólkar. Í báðum bólkunum byrja liðini aftur á 0 stigum.
Ovari bólkurin spælir síðani um at gerast nummar 1,2,3 og 4 í endaspælinum. Liðini spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum, og tá ið endaspælið er av, eru hálvfinalur á skránni.
Liðið, ið endar nummar eitt í endaspælinum, skal dystast við nummar fýra, meðan lið nummar tvey og trý bresta saman. Í hálvfinalunum verður spælt best av trimum dystum, og tað liðið, ið endaði ovast í endaspælinum hevur heimavøll í triðja dystinum, um neyðugt verður við einum triða dysti.
Vinnararnir av hálvfinalunum báðum hittas so í finaluni, og aftur her verður talan um best av trimum dystum, og eisini her fær ovara liðið í endaspælinum fyrimunin av heimavølli í einum møguligum triðja dysti.
Niðari bólkurin spælir á sama hátt sum ovari bólkurin, men tá ið teirra endaspælið er liðugt, flyta tey bæði niðastu liðini beinleiðis niður í næstfremstu deildina.
Hetta merkir, at tá ið kappingarárið 2006/2007 fer av bakkastokki um gott og væl eitt ár, eru tað einans seks lið í fremstu kvinnudeildini. Men tá ið grundspælið tá endar, koma tvey tey fremstu liðini úr næstfremstu deildini at dystast við tvey bæði niðastu úr fremstu deildini um upp og niðurflyting.