U17 EM: Vánaligur seinni hálvleikur kostaði sigurin

Føroyska U17 kvinnulandsliðið var á odda við sjey málum í steðginum, men stóð eftir við ongum

Mynd: Matchlens.me

HSF skrivar 

 

- U17-kvinnur: Tveir ymiskir hálvleikir

 

Føroysku U17-kvinnurnar sýndu sítt best spæl higartil í EM-endaspælinum og vóru frammanfyri 17-10 í hálvleikinum, men bráðnaðu heilt í seinna hálvleiki og taptu 31-28 fyri Norðurmakedonia.

 

Føroysku kvinnurnar sýntust uppsettar og spældu væl frá byrjan í fyrra hálvleiki við Hallu Haldansen á odda, sum eisini skeyt Føroyar inn í dystin við tveimum teimum fyrstu málunum. Føroyska verjan stóð eisini væl við einari vælleikandi Femju Sámalsdóttir Soll í málinum. Føroyar settu seg á dystin og øktu so líðandi um leiðsluna, sum hálvleikurin gekk. Serliga seinasta løtan, har okkara øktu frá 13-10 til 17-10, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Føroyar hildu áfram í seinna hálvleiki, har tær sleptu í fyrra og vóru frammanfyri 20-12, hetta 5 minuttir inn í seinna hálvleik. Hvat hendi næstu løtuna er ilt at siga, men tær Norðurmakedonsku komu spakuliga inn í dystin og dysturin gekk javnt á eina løtu. Føroyska verjan og málverjarnir fingu als ikki fatur, Norðurmakedonia hevði momentum og brádliga stóð 24-24 tá 12 minuttir restaðu. Dysturin lá og ridlaði, men vóru tær Norðurmakedonsku vóru neyvari teir seinastu 5 minuttirnar og vunnu 31-28.

 

Eftir dystin var Halla Haldansen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Halla hevur verið mest eyðsýndi føroyski álopsleikarin í kappingini, og var hetta eisini galdandi í dag, har hon gjørdi 9 mál. Føroyar skulu nú spæla um 23. pláss í EM-endaspælinum og verður hesin dysturin sunnudagin kl. 8.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

 

Dystargongdin Føroyar – Norðurmakedonia:

 

5 min. 3-2

 

10 min. 5-3

 

15 min. 8-5

 

20 min. 12-7

 

25 min. 13-10

 

30 min. 17-10

 

35 min. 20-13

 

40 min. 22-16

 

45 min. 23-20

 

50 min. 24-24

 

55 min. 26-27

 

60 min. 28-31

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Bjørk Mariusardóttir 10 (4)

 

Halla Haldansen 9

 

Solveig Guðmundsdóttir Ripley 3

 

Fríða Eysturtún Rubeksen 2

 

Lý Dávadóttir Magnussen 2

 

Herdis Højgaard Petersen 1

 

Arina Høgnadóttir Wang 1

 

Málverjar:

 

Femja Sámalsdóttir Soll 12 bjargingar, 32%

 

Mynd: Matchlens.me