Kvinnulandsliðið móti úrvalsliði

Hondbóltslandsliðið skal spæla tveir dystir um vikuskiftið

A-landsliðið við kvinnum skal spæla tveir venjingardystir um vikuskiftið – í dag móti U17-landsliðnum við monnum, og í morgin móti einum úrvalsliði, ið er mannað við millum annað Agnas Olsen, Liljuni Djurhuus, Jovanu Stranjanac og Onnu Brimnes og øðrum profilum í føroyskum hondbólti. Ingi Olsen stendur fyri liðinum.

Kvinnulandsliðið hevur havt landsliðssavning alla vikuna, har tær millum annað hava gjørt ymsar styrki- og kropsroyndir, umframt at havt vanliga hondbóltsvenjing.

Dysturin móti U17-manslandsliðnum er í dag klokkan 17.00 í Hoyvíkshøllini, og dysturin móti úrvalsliðnum er í morgin, leygardag klokkan 17.10, somuleiðis í Hoyvíkshøllini.