Nógv virksemi hevur verið í høllini á Eiði um halguna. Tað er nevnliga har, at venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Rógvi Nielsen, hevur savnað sínar leikarar til venjingar. Fýra dagar á rað var vant tvær ferðir, og venjingarnar gingu øgiliga væl, sigur Rógvi Nielsen.
Høgt tempo undir venjing
Landsliðsvenjarin sigur, at hann hevur verið rættuliga ovfarin av høga tempoinum, sum hevur verið verið undir venjingunum. Hann hevði ikki væntað, at tað fór at verða so høgt tempo undir vening, men tað fegnast hann sjálvsagt um.
Teir fýra leikararnir, ið til dagligt leika í Danmark, hava tikið lut í venjingunum um páskirnar. Tær fýra eru Gunnleyg Berg, Katrin á Neystabø, Ann Mari Durhuus og Simona Hansen. Um hesar fýra leikararnar sigur Rógvi Nielsen, at tær eru betur nú, enn tær vóru, tá ið tær fóru av landinum og verða óivað ein styrkur á liðnum.
Rógvi Nielsen letur stak væl at venjingunum, og umstøðurnar á Eiði hava verið framúr góðar til slíkar venjingar, heldur hann. Landsliðshópurin hevur verið øgiliga motiveraður til venjingarnar, og allar hava verið sera ágrýtnar, sigur landsliðsvenjarin.
Tvær givið avboð
Nú tað nærkast, at landsliðið skal í dyst í Italiu, er endaligi hópurin komin upp á pláss. Tvær kvinnur hava givið avboð til landsliðið. Tær eru Sóley Mikkelsen úr VÍF og Marjun Tróndarson úr Neistanum.
Føroyska kvinnulandsliðið leikti týskvøldið ein venjingardyst á Eiði móti einum liði samansett av teimum útlendsku leikarunum, ið enn eru í landinum, umframt teir leikarar, ið hava givið avboð ella eru sílaðar frá hópinum.
Áðrenn landsliðið fer av landinum til Italia, eru tvær venjingar afturat á skránni, har hópurin verður savnaður. Útisetarnir verða tó ikki við til hesar venjingar, men tær verða sjálvsagt við, tá ið føroyska liðið fer at hava nakrar venjingar í Danmark, áðrenn leiðin heldur fram til Italia. Eisini er ein venjingardystur á skránni í Danmark, og er hann ímóti Ajax, ið leikar í næstfremstu donsku deildini, har tær vóru akkurát ov stuttar til at rykkja upp í fremstu deildina.