Tað verða fýra kvinnur úr Ukreina, sum skulu døma manslandsdystin millum Eysturríki og Føroyar í HM 2022 undankappingini. Tað er fyrstu ferð, at ein kvinnuligur dómarabólkur dømur ein kappingardyst hjá manslandsliðnum.
Tær fýra eru Kateryna Monzul (Ukreina), Maryna Striletska (Ukreina), Svitlana Grushko (Ukreina) og Anastasiya Romanyuk (Ukreina). Kateryna Monzul hevur verið altjóða dómari síðani 2005, hon hevur royndir frá bestu ukreinsku mansdeildini.
Í novembur í fjør dømdi hon dystin millum San Marino og Gibraltar í UEFA Nations League hjá monnum. Tá var hon saman við Maryna Striletska og Anastasiya Romanyuk, meðan Oleksandra Ardasheva var tann fjórða.
Føroyar spæla 28. mars móti Eysturríki á Ernst-Happel leikvøllinum í Vien.