Tí er hon farin undir eina undirskriftarinnavning um at byggja fleiri kvinnuwc í japanska tjóðartingsbygninginum.
Tað veit BBC at siga frá.
Á valinum í oktober vórðu metnógvar kvinnur valdar í tjóðartingið, 73 í tali. Í undirhúsinum eru 465 sessum, og Takaichi heldur, at talið av wc eigur at fylgja við vaksandi umboðanini av kvinnum á tingi.
Í bygninginum eru í løtuni níggju kvinnuwc við tilsamans 22 básum. Til samanberingar eru 12 mannfólka-wc og 67 pissoir.
– Eg vil vera fyridømi og fyrireika meg til dagin, tá meira enn 30 prosent av sessunum í tjóðartinginum eru kvinnur, skrivar Takaichi í einum uppslagi á Facebook.
Í løtuni eru 16 prosent av sessunum í undirhúsinum kvinnur.
Í Japan røkkur trupulleikin við ov fáum kvinnuwc út um múrarnar í tjóðartinginum.
Langar køir framman fyri kvinnuwc á almennum støðum eru ein vanlig sjón kring landið.
/Ritzau/











