Eftir at Neistin hevði vunnið fyrstu FM-finaluna á heimavølli við 27-23, brustu liðini saman Í seinnu FM-finaluni í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin. Eins og í fyrru finaluni var líkt til, at tær bláu úr høvuðsstaðnum vóru meiri uppsettar og eisini høvdu betra taktiska uppleggið til dystin.
Tað eru ikki nógv lið, sum megna at halda sterka álopinum hjá Stjørnuni niðri, men hetta hevur krútsterka verjan hjá Neistanum nú megnað tveir dystir á rað.
Neistin legði ógvuliga bragdliga fyri og eftir einum korteri var Neistin á odda við átta málum. Átta av teimum 10 fyrstu málunum hjá Neistanum fekk Barbara Brauer. Hon skeyt tilsamans 13 mál.
Neistin var á odda heili 19-11 í hálvleikinum, og mundi dysturin tá í grundini vera avgjørdur. Tær úr Stjørnuni royndu tó alt hvat tær kundu í seinna hálvleiki at svara aftur, og tættasta tær komu var fýra minuttir undan leikloki, tá ið munurin var fýra mál. Ov seint var tó hjá Stjørnuni, sum mátti lúta 27-32 ímóti einum sera væl uppløgdum Neista-liði, sum greitt og uppiborið vann í bara tveimum dystum í FM-finalurøðini.
Skiftu venjara
Tað er ikki serliga vant, at eitt meistaralið skiftir venjaran út mitt í einum kappingarári, tá ið liðið liggur á fremsta plássi. Hetta hendi tó fyri kvinnurnar hjá Neistanum. Tað var tann 26. januar í ár, at meistaravenjarin, Birgir Hansen, takkaði fyri seg sum høvuðsvenjari. Hann metti í táverandi løtu ikki, at hann hevði meira at geva liðnum, og at hann tískil tók seg aftur sum venjari.
Tað gingu bara nakrir fáir dagar, áðrenn Neistin boðaði frá, at nýggjur venjari var settur. Talan var um vestmenningin Kára Durhuus, sum hevði røkt ymiskar venjarauppgávur í KÍF, men nú leitaði sær til Havnar at standa á odda hjá kvinnuliði Neistans saman við Sigruni Mikkelsen, sum eisini var hjálparvenjari undir Birgiri Hansen.
Tað gekk strúkandi hjá nýggja venjaraparinum frá byrjan. Fýra teir komandi dystirnar vann Neistin, og ein av teimum var ein søtur 33-29-sigur á argastu kappingarneytunum úr Stjørnuni. Skiftini á venjarabeinkinum kunnu tískil bara tulkast sum at ikki hava nervað ella ávirkað hópin á nakran hátt, og at tað bara hevur gingið ein veg síðani.
Ræðandi styrki
Tað vitnar um ræðandi styrki og trivalig avrik, at Neistin í 24 landskappingardystum bara mátti boyggja seg tríggjar ferðir. Tá ið tað so kom fyri, so var tað við í mesta lagi tveimum málum, so talan var ongantíð um nakran avsmurning. Telja vit báðar finalurnar við, so vann Neistin heili 23 av teimum 26 dystunum.
Fyrsta tapið var ikki fyrr enn 16. desembur, tá ið VB á heimavølli vann 27-25. 3. mars vann Tjaldur heima í Runavík 25-24 á Neistanum og hálvaaðru viku seinni vann Stjørnan heima í Klaksvík 31-30.
Tað merkir, at eingin megnaði at nerta Neistan á heimavølli, har tær bláu vunnu allar dystirnar.
Størsti sigurin kom í hús 15. januar, tá ið Neistin vann einki minni enn 43-7 á Tjaldur.
Tey seks stigini á muni á SunSet-kappingartalvuni og teir báðir yvirlegnu sigrarnir í FM-finalunum strika undir, at Neistin er ein uppiborin Føroyameistari 2012.