Kvinnur njóta neyðtøku

Ein dómari í Indonesia hevur elvt til hvast orðaskifti, tí hann hevur sagt, at menn, sum neyðtaka kvinnur, eiga ikki at verða revsaðir, tí at tær neyðtiknu kvinnurnar njóta at verða neyðtiknar.

Dómarin, sum eitur Daming Sunusi, hevur søkt um at fáa sæti í indonesiska hægstarætti. Í tí sambandi var hann til eina hoyring, og har bleiv hann spurdur, um menn, sum neyðtaka kvinnur, eiga at fáa deyðarevsing.

-Bæði tann, sum verður neyðtikin, og tann, sum neyðtekur, njóta løtuna, so vit eiga ikki at brúka tílíka revsing í slíkum málum, svaraði dómarin.

Nú iðrar hann seg um orðavalið.

-Eg havi sagt nakað, sum eingin eigur at siga - og serliga ikki ein, sum hevur søkt embæti sum hægstarættardómari, sigur Daming Sunusi í einari sjónvarpssamrøðu.