Kvinnur úr sjómanskvinnuringum á stevnu

180 kvinnur úr sjómanskvinnuringunum um landið hava um vikuskiftið verið savnaðar til landsstevnu í Leguhúsinum í Nesvík

Landsstevnan byrjaði fíggjakvøldið og heldur á til seinnapartin í dag.

Kvinnurnar í sjómanskvinnuringunum savnast regluliga á teirra heimstøðum kring landið at biðja fyri sjómansmissiónini, lesa úr Bíbliuni, binda, gera jólapakkar til sjófólkið og hugna sær saman.

Einaferð um árið savnast kvinnurnar úr øllum ringunum á stevnu. Nýggi trúboðarin á sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, Ólavur Jacobsen úr Hósvík, var komin úr Íslandi fyri at vera við til stevnuna. Hann hevði andakt og greiddi frá, hví hann var blivin trúboðari á og út frá Ørkini, og hvat hann gjørdi.

##med2##

Føroyski sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, vitjar dagliga umboð á føroysk skip og ber teimum kristligan lestnað og annað tilfar. Um møguligt hevur hann eisini andakt umborð. Á stevnuni hevur Torleif eisini greitt frá arbeiðinum í Føroyum. 

Ymiskt annað hevur eisini verið á skránni. Sigrun Heldarskarð tosaði um evnið “Nærsambond”, og Rósing og Ann Thomsen søgdu frá, hvussu tað var at vera “ein sjómansfamilja”, stendur at lesa á facebookvanganum hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

##med3##

Annars hevur verið tosað um dagliga arbeiðið, og tað hava verið møtir, felagssangur og hugni á skránni.

Kvinnurnar sluppu sjálvandi eisini at síggja og sita í nýggju høllini í Nesvík.

Í dag verður farið í kirkju, og seinnapartin endar landsstevnan.

Myndir: Føroyska Sjómansmissiónin