Kvinnur standa og pissa

P-mate er ein fyritøka, sum framleiðir at slag av traktum, sum ger, at konufólk kunnu standa og pissa eins og rættir menn. P-mate gjørdist kent millum festivalvitjandi í Føroyum í fjør, og í ár skulu 26 fólk frá fyritøkuni luttøkuni luttaka á Roskilde Festivalinum. Stórar fyrireikingar hava verið til hettar tiltakið og nógv orka liggur aftanfyri hettar arbeiði, har endamálið er at fáa konufólk at pissa standandi. Tað eru føroyingarnir Silvia Dalsgaard, Jóna Kristin Thomsen og Linda Mortansdóttir sum samskipa arbeiði. Incra Sp/F v/Regin W. Dalsgaard er felagið aftanfyri verkætlanina.