Tíðindaskriv
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur tikið avgerð um at stovna skipan, sum skal fremja møguleikarnar hjá kvinnum at stovna egið virki.
Mangt bendir á, at kvinnur við góðum vinnuligum hugskotum mangan halda seg aftur at fremja ætlanirnar í verki. Tí verður stig tikið til hetta serstaka átak at fjølbroyta føroyska vinnulívið.
Endamál
Endamálið við verkætlanini er at skipa fyri skeiði(um), har dentur verður lagdur á:
? at kvinnur verða kunnaðar um, hvussu ein fyritøka verður stovnað og rikin,
? at gera kvinnur førar fyri at arbeiða við og fremja egin hugskot,
? at leiðbeina um, hvar vitan fæst um vinnu,
? at gera eitt samstarvsnet millum kvinnur í somu ella líknandi støðu og millum vinnuhugaðar kvinnur og vinnulívið.
Miðað verður eftir, at luttakararnir fáa holla vitan um endamálið við atliti at:
1) marknaði,
2) fígging,
3) innkeypi,
4) vørustýring,
5) hvussu semjur verða gjørdar o.a.
Tá ið skeiðið er liðugt, hava luttakararnir gjørt eina virkisætlan (handlingsplan), sum tekur støði í rakstri av egnari fyritøku.
Ætlan
Ætlanin við átakinum Kvinnur sum íbirtarar er at eggja kvinnum at luttaka í handils- og vinnulívinum og soleiðis eisini stuðla upp undir, at javnvág verður millum kvinnur og menn í býtinum at eiga og reka fyritøkur.
Kvinnur sum íbirtarar verður skipað sum skeið við ásettum tímatali um vikuna í ávíst vikutal. Kvinnur, sum eru sjálvvinnurekandi, kunnu eisini luttaka og fáa leiðbeining um vinnuligar framtíðarmøguleikar.
Fyrilesarar/leiðbeinarar vera fólk úr vinnulívinum og vinnuskúlunum við royndum í ráðgeving.
Skeiðbygnaður
Byrjað verður primo 2002. Skeiðið verður lutað sundur í fyrilestrar og uppgávutímar. Í uppgávutímunum verður dentur verður lagdur á, at luttakararnir gera virkisætlanir, sum kunnu taka støði í egnum verkætlanum.
Ymiskar vinnufyritøkur, herundir fíggjar- og tænastufyritøkur, vitja á skeiðnum. Kvinnur, sum hava stovnað og rikið vinnufyritøkur, vitja og greiða luttakarunum frá sínum vinnuroyndum.
Fígging
Skipanin verður fíggjað partvís við luttakaragjaldi og partvís við stuðli úr Vinnuframagrunninum .