Kvinnur útinna meira – men fyri minni

Hagtølini hjá Javnstøðunevndini vísa, at arbeiðsbyrðan er munandi tyngri hjá kvinnum enn hjá monnum.

Tíðindaskriv frá Javnstøðunevndini:

Hóast vit spakuliga flyta okkum fram á javnstøðuleiðini, ber samfelagið framvegis brá av siðbundnum strukturum - bæði tá hugsað verður um kynsmentan og arbeiðslív. Í gomlum døgum fóru menninir til arbeiðis, meðan kvinnurnar tóku sær av húsi og heimi. Soleiðis er ikki í dag; menn eiga nú ein part av barnauppalingini, og kvinnur luttaka nú á arbeiðsmarknaðinum. Men hóast hesir kynsbundnu leiklutirnir eru minni stirvnir, er arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn í dag framvegis sera ójavnt. 

Sum úrslit av javnstøðukanningini, ið Javnstøðunevndin saman við Demokratia og Almanna- og mentamálaráðnum lat gera í samstarvi við Fróðskaparsetrinum í 2023, finnast nógvar dátur, ið virka sum grundarlag undir arbeiðinum við at fremja javnstøðu í Føroyum. Við nýggjari vitan fæst betri innlit í, hvørji viðurskifti okkum tørvar at bøta um. 

Nógv av hesum viðurskiftunum umskarast, og hava tey á hvør sín hátt ávirkan á yviskipaðu javnstøðuna í samfelagnum. Tó kunnu vit siga, at tá av tornar, snýr okkara arbeiði seg um gerandislív, trivnað og møguleikarnar hjá okkum øllum at gera dreymar og ynskir um til veruleika uttan at okkara kyn skal vera ein forðing. 

    Javnstøða millum kvinnur og menn er eitt fjøltáttað hugtak, men spyrt tú, hvat kjarnin er í okkara arbeiði, so er tað samanspælið millum arbeiðslív og familjulív, ið er snúningsdepilin. 

Tískil nýtti Javnstøðunevndin femifagnaðarvikuna í marsmánaði sum høvi til at seta ójavna arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn undir luppin. Tann 5. mars 2024 var Reinsaríið tí karmur um alment tiltak, har nýggj vitan og kjak vóru á breddanum, og ójavna arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn var sett í miðdeplin. Saman við politikarum, granskarum og áhoyrarum hugdu vit at støðuni í dag sambært hagtølum, ið eru sprottin úr javnstøðukanningini frá 2023.

Heri Joensen, stjóri í greiningarfyritøkuni Lóðum, sum gjørdu dátuinnsavnanina vegna Fróðskaparsetrið, legði fram úrvald hagtøl um arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn. Eftir hetta bar Erika Hayfield, lektari í sosialvísindi og dekanur á Fróðskaparsetrinum, fram sínar hugleiðingar um tey fjaldu samfelagsviðurskiftini, sum ávirka okkara fatanir av ávísum javnstøðuspurningum, og sum harumframt ávirka okkara atferð hesum viðvíkjandi. Eftir framløgurnar báðar var politiskt kjak um, hvørji tøk skulu takast, fyri at vit í Føroyum fáa eitt javnari býti av løntum og óløntum arbeiðsuppgávum millum kvinnur og menn. 

Ójavna arbeiðsbýtið í dag

Í stuttum kann sigast um støðuna í dag, at kvinnur og menn luttaka ikki í arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti. Meir enn onnurhvør kvinna arbeiðir niðursetta tíð – ofta fyri at kunna gera ólønt arbeiði -, meðan flestu pápar í Føroyum bara taka ein brotpart av barslinum, sum eru tær fýra vikurnar, ið eru markaðar til pápar. Harumframt er føroyski arbeiðsmarknaðurin sera kynsbýttur; í summum vinnum eru nærum bara menn, og í øðrum nærum bara kvinnur. Menn forvinna munandi meir enn kvinnur, og hetta kemst ikki bara av, at menn arbeiða meir enn kvinnur - tí sonevndu kvinnustørvini eru lægri lønt og hava avmarkaðar møguleikar fyri uppstíging. 

 

Í Føroyum arbeiða menn fleiri løntar tímar á arbeiðsmarknaðinum enn kvinnur. Hinvegin arbeiða kvinnur fleiri óløntar tímar enn menn í miðal. Hetta býtið av arbeiðsuppgávum og arbeiðstíð endurspeglar ta sannroynd, at vit hava enn langt á mál. Tí kvinnur hava í stóran mun umsorganleiklutin í samfelagnum, meðan menn framvegis hava forsjónaraleikluturin, eins og í gomlum døgum, og hetta úrslitar í fíggjarligum ójavna millum kyn. Og eftir øllum at døma, gevur hesin ójavni seg til kennar, tá familjulívið byrjar.

Hyggja vit at hagtølunum, er greitt, at ein av høvuðstáttunum, sum skumpa undir býtið av umsorganarleiklutinum og forsjónaraleiklutinum, er barnsburður. 

Í Føroyum er vanligt, at bæði kvinnur og menn hava meira um at vera, tá børnini eru fødd, enn áðrenn. Men arbeiðsbyrðan veksur ikki líka nógv, ella á sama hátt, fyri kvinnur og menn. 

    Hjá kvinnum verða tað óløntar arbeiðsuppgávur, sum gerast fleiri, meðan menn fara upp í løntum arbeiðstímum. Eftir barnsburð fáa kvinnurnar ta størru samlaðu arbeiðsbyrðuna - nærum 13 tímar meira enn menn hvørja viku -, og samstundis verður inntøkan hjá kvinnum munandi skerd.


Í politiska kjakinum, sum forkvinnan í Javnstøðunevndini stýrdi eftir framløgurnar, luttóku Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Javnstøðumálum og Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðar- og barsilsmálum, umframt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Johan Dahl, løgtingslimir og fyrrverandi landsstýrisfólk í javnstøðumálum.

Øll fýra vóru tey samd um, at ójavna arbeiðsbýtið millum kynini er ein trupulleiki, sum skal loysast. Ójavna arbeiðsbýtið er ein trupulleiki, sum serliga hevur óhepnar avleiðingar fyri kvinnur. Tey fýra núverandi og fyrrverandi landsstýrisfólkini í javnstøðu- og arbeiðsmarknaðarmálum vóru samd um, at ójavna arbeiðsbýti er ein trupulleiki, sum má loysast, og sum hevur serliga óhepnar avleiðingar fyri kvinnur. Tó vóru tey ikki samd um hvussu, og í hvønn mun, vit sum samfelag eiga at gera nakað við trupulleikan, heldur enn at lata broytingarnar henda av sær sjálvum. 


Ovbyrjaðar kvinnur 

Í framløgu sínari í Reinsarínum tann 5. mars 2024 gjørdi Heri Joensen greitt, at børn eru ein týðandi faktorur, tá hugt verður at býtinum av arbeiðsuppgávum millum kvinnur og menn. Hann greiddi millum annað frá, at børnini hava við sær. at ungar kvinnur gerast mest byrjaði samfelagsbólkurin.  

    Í tíðarskeiðinum, tá børnini eru heimabúgvandi, arbeiða kvinnur í aldrinum 30 til 44 ár heilar 80 tímar um vikuna í miðal, bæði lønt og ólønt. Tað eru 12,5 tími fleiri enn menn í sama aldursbólki.  


Heri Joensen, stjóri á greiningarfyritøkuni Lóður.

Harafturat vísti Heri Joensen á, at áðrenn børnini verða fødd, arbeiða kvinnur og menn umleið eins nógv, sambært hagtølunum. Í stuttum kanna sigast, at tá børnini verða fødd, rakar hetta bara kvinnurnar fíggjarliga. Til samanberingar arbeiða men heldur tvørturímóti meir í tíðini eftir barnsburð enn frammanundan. Sambært búskaparkanningum av tølum hjá Hagstovuni um fíggjarligan ójavna millum kyn og foreldur veksur inntøkugjáin millum kynini til heili 34 prosent í sambandi við barnsburð.

Tak framløguna niður


Erika Hayfield, lektari í sosialvísindum og dekanur á Fróðskaparsetri Føroya.

    Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at lønarmunurin millum kyn er størri í Føroyum samanborið við hini Norðurlondini. Hetta kemst millum annað av, at burðartalið í Føroyum er hægri enn í grannalondunum. Tí eru kvinnur í Føroyum eisini burturi frá arbeiðsmarknaðinum í longri tíð í sambandi við barnsburð. 

Tá flestu menninir í Føroyum sum áðurnevnt ikki taka meir enn tær fýra barsilsvikurnar, ið eru markaðar til pápar, er greitt, at tørvur er á einum javnari kynsbýti av løntari og óløntari arbeiðstíð, skal endamálið vera at minka um fíggjarligu avleiðingarnar, sum barnsburður hevur fyri kvinnur.

Erika Hayfield vísti við sínari framløgu á, at tað serliga eru ungar kvinnur, sum eru illa sperdar. Hyggja vit at kvinnum í aldursbólkinum 29 til 44 ár, er í miðal annarhvør arbeiðstími óløntur. Til samanberingar er bara triði hvør arbeiðstími hjá monnum óløntur. Hetta er greitt tekin um støðuna í dag: kvinnur eru ovbyrjaðar, tí tær skulu røkja bæði løntar og óløntar arbeiðsuppgávur, vísti Erika Hayfield á: 

    “Onnurhvør kvinna arbeiðir niðursetta tíð, og hetta er millum annað orsakað av stóru arbeiðsbyrðuni heima við hús.”

Og aftur her er støðan verri í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum.Til samanberingar arbeiðir triðja hvør kvinna í Danmark niðursetta tíð. Men her er ein týðandi munur, at kvinnurnar í Føroyum arbeiða niðursetta tíð alt lívið, meðan kvinnur í Danmark bara gera tað í ávíst tíðarskeið knýtt at barnsburði. Sostatt forvinna kvinnur munandi minni enn menn, meðan tær eru í arbeiðsførum aldri, og hetta hevur eisini neiliga ávirkan á ellisdagarnar hjá kvinnum av tí at tær ikki megna at spara nóg nógv upp til ellisárini. Hetta hóast kvinnur liva longri enn menn. 

tak framløguna niður

Kvinnum vantar umboðan

Samstundis sum at kvinnur í Føroyum eru ovbyrjaðar av at skula røkja bæði løntar og óløntar arbeiðsuppgávur, eru tær eisini undirumboðaðar í politisku skipanini. Í dag umboða kvinnur niðanfyri enn ein triðing av løgtinginum, og beint omanfyri ein triðing í bý- og bygdaráðunum kring landið. Men hyggja vit nærri at hagtølunum, sæst, at ójavna býtið av arbeiði og valdi millum menn og kvinnur er ein fólkaræðisligur trupulleiki við tað, at politiska umboðanin ikki endurspeglar samfelagið. Tí kvinnur í aldrinum 30-44, sum eru mest ovbyrjaðar, eru millum teirra við allar ringastu umboðanini. 

    Skeiklaða myndin gerst serliga greið, um vit samanbera ungar kvinnur við best umboðaða samfelagsbólkin: menn í aldrinum 50-65. Meðan hesir menninir mynda heili 44 prosent av Føroya løgtingi, umboða teir bara 10 prosent av fólkatalinum.  

Sostatt er støðan hjá nógvum kvinnum í burðardyggum aldri tann, at tær orsakað av nógvum óløntum arbeiði luttaka minni í politikki og fáa harvið minni ávirkan. Hetta fær í sær sjálvum stóra ávirkan á tær sum samfelagsborgarar.   

Ikki samsvar millum hugburð og atburð

Tær samfelagsligu og politisku skipanirnar í samfelagnum hava stóran týdning fyri javnstøðu millum kyn, tí við teimum verða karmarnir skaptir rundanum valini, sum vit sum kvinnur og menn taka í lívinum. Men ójavnstøða millum kyn snýr seg ikki bara um óløntar arbeiðstímar, politiska umboðan og tílík viðurskifti, sum kunnu mátast og eyðmerkjast. Eisini er hugburður til hesi viðurskiftini, sum gevur ábendingar um kynsnormar og kynsfatanir, avgerandi fyri javnstøðu millum kyn. Í javnstøðukanningini sæst ein greið gongd, at millum tey, sum siga seg vera høgravend, er arbeiðsbýtið millum kynini ójavnari samanborið við tey, sum siga seg vera vinstravend. Ein onnur gongd, sum sæst í javnstøðukanningini er, at politiskur áhugi minkar í tráð við, at átrúnaðurin er stórur. Sostatt kann sigast, at størri átrúnaðurin er, tess ójavnari er arbeiðsbýtið millum kynini, og tess minni er áhugin fyri politikki og undirtøkan fyri størri javnstøðu. 

Men eisini er áhugavert at samanbera hugburðin hjá fólki við, hvussu tey gera í verki. Tí hesi sampakka ikki. 

    Hjá nógvum er støðan tann, at hóast  undirtøkan fyri javnstøðu hugsjónarliga er stór, er veruleikin ein annar, tá ið tað kemur til stykkis.

Langt er enn á mál á javnstøðuleiðini, bæði tá vit hugsa um karmarnar, sum okkara skipanir seta okkum, og tá tað ræður um kynsnormar og kynsfatanir. At hugburður í sjálvum sær er ein forðing, er kent í javnstøðuarbeiðinum. Eitt nú er tað framvegis ikki normurin, at menn eru leingi í barsli. Gamaní gerst hetta spakuliga meiri vanligt, men skulu vit halda fram at gera framstig, segði Erika Hayfield at enda, er neyðugt, at vit halda fram at kjakast, hugsa og grunda um javnstøðu. Tí, steðga vit at umrøða, hugsa og grunda um hesar spurningar, missa vit hesar úr eygsjón, og tá heldur framgongdin uppat.

 

Ójavna býtið av valdi og umboðan millum kynini er ein fólkaræðisligur trupulleiki. Og um vit halda, at kvinnur og menn hava frítt at liva, sum tey vilja, fara vit snøgt sagt skeiv. Tí vit kunnu bert velja frítt innan fyri teir karmarnar, sum lógarverk, samfelagsskipanir og normar seta. Seta vit ikki spurning við hesar karmar, seta vit heldur ikki spurning við møguleikarnar um tað fría valið. Tí hesir karmar eru við til at halda kvinnur og menn føst í teirri somu støðuni sum í dag.