U17 landsliðið tapti við níggju málum

U17 kvinnulandsliðið mátti eisini lúta fyri Íslandi í seinna venjingardystinum

Mynd: HSF/AVA Photography

HSF skrivar:

 

Størri munur í dag

 

Føroysku U17-kvinnurnar høvdu tað stríggið, serliga í fyrra hálvleiki, móti Íslandi við Streymin í dag í seinna landsdystinum millum liðini. Eftir 6 mál og muni í gjár, vann Ísland ein tryggan 29-20 sigur, eftir at tær vóru frammanfyri 17-7 í hálvleikinum.

 

Føroyar byrjaðu serstakliga illa og vóru aftanfyri 6-1 eftir 7 minuttir. Føroyska liðið fekk ikki glið á álopsspælið, gjørdu nógvar villur og brendu stórar møguleikar. Ísland fekk av tí sama nógv skjót og løtt mál. Okkara sýntust tó at hava kastað nervarnar av sær í seinna hálvleiki. Álopsspælið fleyt betri og skotini sótu betri. Føroyar endaðu við at vinna seinna hálvleik við einum máli, og var tað nakað jaligt at taka við.

 

Næsta uppgávan hjá U17-kvinnunum er EM-endaspælið í Montenegro í august. Har møtast liðini aftur, tí Føroyar eru í bólki saman við Niðurlondum, Íslandi og Sveis. Skrivar HSF.

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Halla Haldansen 3

 

Lý Dávadóttir Magnussen 3 (1)

 

Bjørk Mariusardóttir 3

 

Solveig Guðmundsdóttir Ripley 3

 

Meta av Fløtum 2 (1)

 

Lilja Skaalum Vilhelm 2

 

Fríða Eysturtún Rubeksen 1

 

Maria Poulsen Hellisdal 1 (1)

 

Herdis Højgaard Petersen 1

 

Vár Leo Mortansdóttir 1 (1)

 

Dómaraseðil sæst her:

 

https://files.hsf.fo/mat.../reports/xkEKhQPunI2mVrvvucDP.pdf

 

Mynd: HSF/AVA Photography