- Tað er tíverri púra vanligt, at kvinnur verða umrøddar útfrá løgnum tingum sum mascara, sigur Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia um útsagnina hjá Torbjørn Jacobsen.
Annika Olsen
– er Føroyameistarin í at rekast ímillum flokkar sum bukka millum sengur.
– eigur ikki evnini at seta seg seriøst inn í nakað mál.
– hugsar bara um mascara og yvirskriftir.
– stendur spillnakin í málinum.
Orðini eigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Tað er altso ikki við mýkindum, at hann legst eftir borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Anniku Olsen.
Les eisini: Tobbi um Anniku: Alt er hin bera mascara
Sambært forkvinnuni í Demokratia er hetta tíverri einki nýtt.
- Tað er tíverri eitt øgiliga vanligt málbrúk um kvinnur. Man forgloymir seg sjálvan og brúkar sexistiskan málburð, sigur Marna Jacobsen.
Kvinnur eru vanar við slíkan málburð, men tað ger tað ikki rættari, heldur forkvinnan í Demokratia.
– Man má hugsa seg betri um, tá ið man tosar. Hatta er ein gamal vani, at altíð seta niður á tað kynsliga, tá ið man fer at skeldast ella kritisera, sigur Marna Jacobsen.
Og avleiðingin er, at tað kann gerast meira vanligt enn tað longu er.
– Tað verður hildið at vera legalt, um vit halda fram at tosa so. Tær vanligu reaktiónirnar, tá ið vit tala at slíkum málburið er, at “hví reagera tit so, hatta hevur einki at siga”. Men tað hevur nógv at siga fyri virðingina fyri kvinnum í heila tikið, sigur Marna Jacobsen og heldur fram.
– Man má hugsa seg betri um, tá ið man tosar. Serstakliga um man er ein fyrimynd fyri onnur fólk og tey ungu. Tí jú meira man tosar um tað, jú meira vanligt verður tað at halda fram við slíkum málburið, sigur Marna Jacobsen.