Tær báðar hálvfinalurnar hjá kvinnunum verða ikki spældar í kvøld, soleiðis sum ætlanin annars var. Hjá VB og Stjørnuni er nakað tvørligt at skulu ferðast úr enda í annan á landinum gerandisdagar, og tí er fyrra hálvfinalan teirra millum flutt til leygardagin.
Tann dysturin verður í Vági, og longu sunnudagin tørna liðini saman aftur í Sunset-kappingini. Hesa ferð í Klaksvík.
Hin hálvfinalan er millum Neistan og StÍF. Hesin dysturin er fluttur til hóskvøldið av praktiskum ávum. Hetta tí Kyndil eisini skal nýta høllina mikudagin, og tá tað eru einstøku feløgini, sum eiga inntøkurnar av hálvfinalunum, hava tey í Kyndli og Neistanum valt, at spælt verður hvør sín dag.