Sunnudagin vóru kvinnurnar hjá VB komnar norður um fjørðin at taka dystin upp við føroyameistararnar úr B36. Vágskvinnur noyddust at fara suður aftur við einum lemjandi ósigri, eftir at tað hevði eydnast vælleikandi liðnum hjá B36 at skora heili seks mál ímóti teimum.
Løgdu hart út
Heimaliðið byrjaði væl, og longu tá ið tíggju minuttir vóru leiktir, vóru tær á odda 2-0. Fyrst var tað Elsebeth Jónsson, sum skallaði eitt hornaspark í netið, áðrenn Arnbjørg Danielsen eina løtu seinni driblaði seg ígjøgnum alla verjuna hjá VB, áðrenn hon trillaði bóltin í netið til 2-0. Eitt sera gott mál hjá Arnbjørg!
Tá ið fyrri hálvleikur var um hálvrunnin, var aftur mál til B36. Hesaferð var tað liðskiparin, Sólvá Joensen, sum skoraði.
Hálvleiksstøðan var 3-0 til B36, sum hevði havt at kalla alt spælið í fyrra hálvleiki, og tað var ikki óuppiborið, at føroyameistararnir høvdu trygga leiðslu, tá ið farið var til hálvleiks.
Stutt inn í seinna hálvleik økti heimaliðið um leiðsluna. Ein bóltur bleiv sendur inn um verjuna hjá VB, har Rakul N. Joensen gjørdist púra leys, og hon var trygg, tá ið hon sendi bóltin í netið til 4-0.
Eitt korter inn í seinna hálvleik økti B36 enn einaferð um leiðsluna, tá ið Súnfríð Simonsen skoraði. Hon bleiv spæld leys, og við eitt sindur av hepni eydnaðist tað henni at fáa bóltin fram við Lindu Kjærbo í málinum hjá VB. Gestirnir úr Vági fingu tó møguleikan at pynta um úrslitið eina løtu seinni, tá ið tær fingu eitt brotsspark, men Halltóra Joensen skeyt upp um málið hjá B36. Ístaðin var tað Sólvá Joensen, sum slapp at skora enn einaferð fyri B36, tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika, so at endaliga úrsltið gjørdist ein trivaligur 6-0 sigur til heimaliðið.
Við góðu úrslitunum í seinastuni hevur B36 lagt trýst á oddaliðið HB, og hesi báðir arvafíggindarnir hittast skjótt í grannauppgerð, og tá kann alt henda.