Í kvøld verður fimta umfar í landskappingini í bestu deildini hjá kvinnum. Tað eru seks lið í deildini, og tey skulu øll í eldin í kvøld.
Eftir 3-1 heimasigurin ímóti EBS/Skála annan páskadag er KÍ einsamalt topplið við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Í kvøld skal KÍ spæla á útivølli ímóti ÍF/Víkingi, sum einki stig hevur vunnið higartil, og sum er niðast á støðutalvuni.
Í fyrsta umfari vann KÍ 6-1 á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi.
Í Gundadali verður grannauppgerð millum B36 og HB, sum er næstfremst. HB hevur seks stig fyri tríggjar dystir. Bæði EBS/Skála og HB hava seks stig, men málmunurin hjá HB er eitt vet betri. Hjá HB er hann +5, og hjá EBS/Skála er hann +4.
Í fyrsta umfari vann HB 3-0 á B36.
B36 hevur bara spælt tveir dystir og er á fjórða plássi við trimum stigum.
B68 er á fimta plássi við trimum stigum. Í kvøld fær B68 vitjan av EBS/Skála. Tá ið liðini hittust í fyrstamfari átti EBS/Skála heimavøll, og tá endaði tað við 5-0 heimasigri.
ÍF/Víkingur-KÍ: Alex Troleis kl. 19.00
B68-EBS/Skála: Petur Reinert kl. 19.30
B36-HB: Kristian O. Henriksen kl. 19.00