Teir tríggir bátarnir, sum gjørdu sum seg á Norðoyastevnu vístu, at tað var ikki var av tilvild at so var.
Teir endurtóku bragdið á Skálafjarðarstevnuni og enn tá í somu raðfylgju.
Kvívíkingar fremstir í Junkaranum, havnardreingirnir í Drekanum vóru næstir, meðan argjadreingir í Bliki komu á triðja plássi.
Hóast Skálafjørðurin vísti seg frá síni góðu síðu, so tyktsit striltið hjá startdómaranum at fáa glið á.
Fyrst var roynt við føstum starti, men tað vísti seg at vera sera torført, at fáa tað at ganga.
Fasti starturin virkar soleiðis, at tveir stóri bátar liggja við enda ímillum sín og royna eftir førimuni at halda hann strektan í fulla longd.
Men tað gekk slett ikki. Hetta bar í sær, at startdómarin avgjørdi at sleppa fasta startinum.
Dreingjamanningarnar komu avstað og tað vísti seg at gerast ein spennandi róður.
Teir tríggir bátarnir, sum vóru fremstir á Norðoyastevnu hildu avstað, og einu løtuna sá tað út sum argjadreingir í Bliki skuldu fáa hevnt kvívíkingum og havnardreingjum ósigurin á Norðoyastevnu.
Men alt til onga nyttu.
Tá bátarnir fóru um mállinjuna var Junkarin úr Kvívík aftur fremstur, Drekin nummar tvey og Blikur nummar trý.
Tíðirnar vóru heldur verri enn tær vóru í Klaksvík, men munurin millum bátarnar var tann sami. Góð tvey sekund millum eitt og tvey og knøpp tvey sekund millum tvey og trý.
Súlan megnaði hesaferð at toga seg uppá eitt fjóðrapláss og Erla Kongsdóttir upp á eitt fimta pláss, meðan Svanur av Skála fór av fjórða plássi í Klaksvík niður á eitt sættapláss.
Tað sær út til at dreingjamanningirnar hava býtt seg í tríggjar bólkar. Teir tríggir í oddinum, teir tríggir í miðjuni og síðani teir aftastu. Um tað fer at halda restina av árinum, er tó eitt sindur ov tíðliga at siga enn, men komandi leygardag fáa vit ein møguleika afturat, tí tá verður Sundalagsstevnan.
Úrslitið av róðrinum á Skálafjarðarstevnuni var hetta:
1.Junkarin 5.26.00
2.Drekin 5.28.15
3.Blikur5.30.07
4.Súlan
5.Erla Kongsdóttir
6.Svanur
7.Fípan Fagra
8.Báran
9.Tjaldrið
10.Sílið
11. Ritan