Kykmynd: Holst mundi hælað bóltin í mál

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini HIK-Fremad Amager 1-0 við tveimum føroyingum á vøllinum

Bæði Christian Lamhauge Holst og Heini Vatnsdal fingu 67 minuttir á vøllinum, og vóru skiftir út í senn, tá Fremad Amager á útivølli tapti 0-1 til HIK í uppflytingarbólkinum í triðbestu, donsku fótbóltsdeildini ígjár. 

 

Úrslitið hevur við sær, at Fremad Amager ikki longur er á einum uppflytingarplássi í triðbestu, donsku fótbóltsdeildini. Stutt er tó upp til trý tey ovastu liðini. Frem er á odda við 22 stigum, AB hevur 21 stig, og Nykøbing hevur 20 stig. Fremad Amager liggur á fjórða plássi við 19 stigum í uppflytingarbólkinum, har trý lið við kappingarlok flyta upp í næstbestu donsku fótbóltsdeildina. 

 

Komandi sunnudag hevur Fremad Amager heimadyst ímóti Brabrand.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum HIK-Fremad Amager 1-0 (0-0). Síggj m.a. eitt vakurt hælspark hjá Christiani Lamhauge Holst, sum mundi givið Fremad Amager mál.

 

Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.