Kyksilvur stóra ávirkan

Stórur munur kann vera á, hvussu tey eru fyri, ið hava verið nógv ávirkað av kyksilvuri, og tey, ið ikki hava verið so nógv ávirkað.

Enn einaferð hava kyksilvurkanningar í Føroyum víst á, at stórur munur kann vera á, hvussu tey eru fyri, ið hava verið nógv ávirkað av kyksilvuri, og tey, ið ikki hava verið so nógv ávirkað.

Í vísindaligari grein í farnu viku vísir Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu á, hvussu samstarvið er millum miðnervalag og æðralag hjá teimum nú 22 ára gomlu “kyksilvurbørnunum”.

200 av teimum íalt 900 børnunum eru kannað av nýggjum, og Pál weihe, yvirlækni og professari, undrast á, at samband er funnið millum kyksilvur í móðurlívi og sambandið millum konditión og andsførleika.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Pál Weihe um “kyksilvurbørnini”.