Leygarkvøldið spældi systir Kylie, Dannii Minogue í The London Astoria. Hetta var eitt av sokallaðu G-A-Y kvøldunum, ið javnan verða hildin á spælistaðnum. Talan er um risastórar veitslur fyri samkynd. Kylie, ið er vorðin eitt ikon fyri samkynd kring allan heim, nýtti høvið at fara á pall saman við systir síni. Veitslurómurin var stórur, tí hetta kom heilt óvæntað á nógvu gestirnar. Sambært bretska blaðnum The Sun ljóðaði sera væl hjá Kylie.