Hondbóltur ? menn
Grannauppgerð var í Høllini á Hálsi, tá Kyndil og H71 hittust sunnudagin.
Sum vera man, so var talan um ein opnan dyst, sum slíkar uppgerðir altíð eru, men tað var tó ikki sørt, at Kyndil mátti metast sum favorittur. Bæði tí at teir eftir sera laka grundspælið tykjast hava fingið glið á sítt spæl, og so eisini tí at hoyvíkingar so fullkomuliga eru uppsteðgaðir, eftir at teir annars tóktust ætla sær bronsuna í grundspælinum.
Viljin avgerandi
At huguin hjá hoyvíkingum at spæla hondbólt er viknaður, sást eisini á tunna hópinum, sum var til dystin sunnudagin. Tveir málverjar og sjey útileikarar var alt tað, sum H71 kundi mynstra við, og hetta var heldur ikki nóg mikið til at tryggja teimum sigurin á Kyndli.
Tað var annars um reppið, at so varð, tí stórsta partin av dystinum vóru tað hoyvíkingarnir, sum høvdu munin. Ikki bara á máltalvuni, men í longum løtum eisini á vøllinum, har Johan Danielsen í Kyndils-málinum tó var tann forðingin, sum so ofta var teimum fyri.
Er tað nakað, sum hevur eyðkent Kyndil í ár, so er tað stríðsviljin, og so var eisini hesaferð. Hóast hovyíkingar kanska høvdu betra spælið, so góvust teir grønu ongan tíð við at stríðast, og um miðjan seinna hálvleik gav hetta veruliga at bíta. Kanska vóru hoyvíkingarnir eisini møddir, tá teir eftir eitt reytt kort ikki høvdu møguleika at fremja nakrar útskiftingar. Dysturin gjørdist nú alsamt tættari, og veruligt lív kom í fámentu fjøldina, tá Kyndil bert fimm minuttir fyri leiklok legði seg á odda. Hoyvíkingarnir royndu at svara aftur, men til fánýtis, og einasta, sum teir fingu burtur úr seinastu royndunum, var enn eitt reytt kort, so nú noyðist framman undan tunni hópurin at vera bæði Hans J. Jacobsen og Olaf Vestergaard fyri uttan, tá teir hitta Tjaldur í næsta dystinum.
Afturhvarv
Sum vit longu hava sagt nakrar ferðir, so eru hoyvíkingarnir fullkomuliga uppsteðgaðir í endaspælinum. Stríðsviljin og spæligleðin frá grundspælinum tykist vera fullkomuliga horvin, og einasta mál teirra tykist nú vera at fáa fremsta málskjúttan í kappingini annað árið á rað.
Hjá Kyndli er hinvegin øðrvísi statt. Eftir eitt metvánaligt grundspæl, hevur liðið veruliga reist seg, og tó at talan í stóran mun er um ungar leikarar, so skerst ikki burtur, at Bárur Johannesen hevur átt stóran lut í hesum. Spurningurin er so bara, hvussu leingi Kyndil sleppur at hava hann í liðnum, áðrenn fótbólturin ger tað neyðugt at gevast við hondbóltinum.
At enda skal so skoytast uppí, at í øllum førum fyri ein leikara var dysturin sunnudagin nakað serligt. Petur Martin Johansen gjørdist í 1982 leikandi venjari hjá KÍF. Áðrenn hetta spældi hann annars við Kyndli, men flestum kunnugt, so hevur hondbólturin líka síðani gingið fyri seg í Kollafirði.
Nú er havnarmaðurin í Kollafirði fluttur aftur til Havnar. Eisini á vøllinum, tí sunnudagin kundi hann fyri fyrstu ferð í 20 ár spæla 1. deildarhondbólt við Kyndli. Kanska er talan bara um eitt sindur av nostalgi ella afturhvarvi, men tað man undir øllum umstøðum kennast hugaligt hjá Peturi Martini, at hann soleiðis sleppur at enda hondbóltsleið sína í barndómsfelagnum.
Dysturin í tølum
Kyndil-H71 25-274 (11-14)
Málskjúttar:
Kyndil: Bárður Johannesen 10(2), Janus Einar Sørensen 4, Jónleif Sólsker 3, Ken Zachariasen 3, Høgni Klein 2, Regin Johannesen 2, Hans Andreas Dahl 1
H71: Bjarni Wardum 7(2), Halgir Dahl Olesen 6, Kristjan Petursson 4, Olaf Vestergaard 4, Finnur Hansson 2, Hans J. Jacobsen 1
Brotskøst: Kyndil 2, H71 2
Útvísingar: Kyndil 1, H71 5
Diskvalifikatiónir: H71 2 (Í báðum førum beinleiðis reytt)
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Páll Nólsoy.