Fyri aðru ferð í ár eydnaðist tað Kyndli at vinna á VÍF, og alt bendir nú á, at Kyndil liggur á ovasta plássinum, tá farið verður undir endaspælið aftan á nýggjár.
Teir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti hittust í Vestmanna sunnudagin, og meðan Kyndil kom væl frá byrjanini, gekk sera striltið hjá heimaliðnum at fáa spælið at ganga í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá vestmenningum, og tað var um reppið, at teir tóku havnarmenninar aftur. Men í seinasta enda vóru marginalarnir við Kyndli, sum styrkti um sína støðu sum oddalið.
Kyndil kom sum nevnt nógv betri frá fyrra hálvleiki, og tá eitt korter var spælt, vóru teir longu framman fyri 8-3. Málverjin hjá teimum Petur Magnusson stóð væl, og vestmenningar høvdu eisini sera ringt við at halda venjaranum Jacobi Jónsson, sum hesa ferð spældi so at siga allan dystin og gav heimaliðnum trupulleikar.
Hjá VÍF byrjaði Áki Olsen væl, og hann skeyt eisini tey fyrstu trý málini hjá vestmenningum. Men verjan hjá Kyndli stóð sterk, og tá so Petur Magnusson eisini tók nógv av skotunum útifrá, fór at ganga illa í hond hjá VÍF. Áki G. Olsen kom inn fyri Sámal Joensen, og tá fór at ganga eitt sindur betur, men Kyndil fór til hálvleik við eini leiðslu upp á 14-8.
VÍF-Venjarin úti
í ein mánað
Í seinna hálvleiki fór at ganga betur hjá VÍF, og teir tóku seg spakuliga inn á Kyndil. Teir komu upp á 16-19 og 21-23 og gjørdu so eitt gott hál, tá teir minkaðu frá 25-21 til javnleik 25-25. Tá vóru fimm minuttir eftir, og veruligt lív kom í heimaáskoðararnar í fullsettu høllini. Men so skeyt Kyndil tvey mál, og hóast tað vóru tríggir minuttir eftir tá, og Uni Wardum stutt seinni fekk sína triðju útvísing og sostatt reytt kort, eydnaðist tað ikki VÍF at skora aftur, fyrr enn tað bert vóru 20 sekund eftir, og tá var ov seint hjá vestmenningum til at fáa stig burturúr.
Tað hevur ikki gingið so væl hjá VÍF higartil í ár, sum tað hevur gjørt seinastu tvey árini, har vestmenningar hava vunnið kappingina. Nýggi venjarin Daniel Rapa hevur ikki fingið eina hepna byrjan, tí mikukvøldið móti Neistanum bleiv hann aftur skaddur, og knæskaðin fer helst at halda honum uttanfyri í í minsta lagi ein mánað. Vestmenningar hava tí eisini verið noyddir at gera nakrar broytingar á liðnum, og m.a. hevur liðskiparin Hjalmar Klein Olsen spælt rættiliga nógv á miðjuni í hesum kappingarárinum.
Framvegis góð tíð
Men tapið sunnudagin var eingin katastrofa, tí kappingin er sera jøvn, og nú verða stigini skjótt eisini minkað niður í helvt. Næstan øll liðini kunnu taka stig frá hvørjumøðrum, og tí munnu vestmenningar ikki stúra heilt so nógv fyri tí, sum er eftir av kappingini, hóast teir nú hava tapt tríggjar dystir av tíggju í grundspælinum. Tað er framvegis góð tíð til at taka tað mista innaftur.
Kyndil hevur ikki verið millum oddaliðini seinastu tvey árini, men nú tykist tað at ganga rætta vegin aftur hjá felagnum, sum oftast hevur verið føroyameistari hjá monnunum. Spælandi venjarin Jacob Jónsson hevur víst seg at vera ein rættiligur fongur hjá liðnum, og søgur ganga um, at liðið verður enn sterkari aftan á ársskiftið, tá onkrir, sum hava verið millum profilarnar á liðnum, koma heim aftur. Um so verður, verður tað ivaleyst eitt spennandi vár hjá Kyndli og teirra viðhaldsfólkum, sum seinastu tvey árini ikki hava havt tað stóra at fegnast um, tá tað er komið til manshondbóltin.