Kyndil á finalukós

Kapprenningin um finalupláss í FM-kappingini stendur við og harðnar. Nú hevur Kyndil togað seg upp á liðina á strandingum

Hondbóltur

Tað er stutt millum succés og fiasko. Í øllum førum í føroyskum manshondbólti, har tað nú bert eru trý stig millum eitt pláss í FM-finaluni og eitt pláss undir niðurflytingarstrikuni.
Tað plássið hevur KÍF átt stóran part av kappingini, men fleiri sigrar á rað hava seinastu vikurnar togað KÍF úr botninum og upp móti finalustríðnum. Somikið nær var hetta nú komið, at ein sigur móti Kyndli vildi borið við sær, at fjarstøðan upp til StÍF bert var eitt stig, og tað var við hesum fyri eyga, at kollfirðingar fóru á vøllin.
Kyndil hevði hinvegin sítt at hugsa um, og frábyrjan løgdu teir seg eisini á odda. Tað tóktist ikki, sum skuldu teir hava nakrar sum helst trupulleikar við at halda leiðsluna, men meira enn einaferð hevur KÍF prógvað, at einki er avgjørt, fyrr enn seinasta bríkslið hevur ljóðað, og tað var um reppið, at teir aftur hesa ferð fingu løn fyri stríðið.
Fimm skoringar á rað minkaðu munin niður í eittans mál, tá bara fimm minuttir vóru eftir at spæla, men Kyndil helt tó høvdið kalt og armarnar heitar, tá Hans Áki Dal-Christiansen og Høgni Klein skutu avgerandi málini, sum kundu vissa sigurin.
Við sigrinum er Kyndil nú ájavnt StÍF á øðrum plássi á stigatalvuni. Og hóast munurin er lítil millum nummar tvey og seks, so tykist Kyndil at vera eitt av liðunum, sum hevur einabesta møguleikan at vinna seg í finaluna, har Neistin longu nú tykist vera væl og virðiliga ávegis.

Fakta um dystin
KÍF-Kyndil 22-25 (7-11)
10 min: 2-4
20 min: 5-8
40 min: 12-15
50 min: 15-20
Málskjúttar
KÍF: Ási Dam 7(3), Regin Petersen 4, Tony Weyhe 3, Rógvi Weyhe 2, Niklas Reginsson 2, Gert Hansen 2, Andrias Nielsen 1, Teitur Joensen 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 5, Høgni Klein 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5(1), Rani Ellingsgaard 3, Ken Zachariassen 3, Høgni Klein-Olsen 2, Bárður Johannesen 1, Josef Abrahamsen 1(1)
Brotskøst: KÍF 3, Kyndil 4
Útvísingar: KÍF 4, Kyndil 4
Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen.