Kyndil í finaluni

Við seinasta skotinum í dystinum tryggjaði Simona Petersen Kyndli pláss í steypafinaluni

Spenningurin kundi ikki verða meira enn tað sama. Tá klokkan stóð á 59:59 í Vestmanna, stóð framvegis á jøvnum í Vestmanna. VÍF hevði vunnið fyrru hálvfinaluna móti Kyndli við einum máli, og bara fimm minuttir undan dystarloki var VÍF á odda við trimum málum.

Nú kundi Simona Petersen senda tær grønu í finaluna, og hon tók av møguleikanum. Høgdi bóltin í kassan, og meðan vestmenningar og venjari teirra, Henrik Gerster, vóru í øðini inn á dómaraparið, kundu tær grønu hálsfevnast á vøllinum.

Kyndil er nú til reiðar at spæla steypafinalu móti grannunum úr Neistanum.

60 min: 25-26 Við seinasta skotinum í dystinum tryggjaði Simona Petersen Kyndli pláss í steypafinaluni.

59min.: Javnleikur 25-25 og enn kann tað fara báðar vegir!


58min.: javnleikur 24-24, ótrúligt! VÍF hevur misnýtt fleiri møguleikar, samstundis sum Kyndil hevur tikið av øllum. VÍF biður um time-out, nú tað er stórspenningur og finaluplássið kann fara báðar vegir.


55 min: 24-21 til VÍF. Kyndil hevur júst misnýtt brotskast, og nú skal ein sensatión til, áðrenn finaluplássið endar aðrastaðni enn í Vestmanna.


50min: 22-20 til VÍF. Í løtuni bendir einki á, at Kyndil megnar at koma aftur í dystinum.


48 min: 20-18 til VÍF. Kyndil fekk eina útvísing og VÍF streyk avstað. Kyndlavenjararnir hava tikið time-out, nú álopsspælið við mansvardari Simonu Petersen er steðgað upp.


44 min: 17-18, nú stendur á púra jøvnum í savnaðu støðuni og tað kókar í Vestmanna!


40 min: 16-18 til Kyndil. VÍF setir nú ferðina upp í eini roynd at vinna sær neyðugu málini, meðan Kyndil brúkar langa tíð í álopunum og hevur beinharða verju.

36 min.: 14-17 til Kyndil. VÍF leggur nú nógv fyri í álopspartinum, men í verjupartinum eru tær framvegis trilvandi, og Kyndil hevur vunnið sær tvey brotskøst fyrstu løtuna eftir steðgin.

Hálvleikur: 11-14 til Kyndil. Kyndil tók time-out 20 sekund undan steðginum og setti álopsmálið upp, sum Anna A. Brimnes hamraði í mál til hálvleiksstøðuna 11-14.


28 min: 11-13. Enn ein útvísing til VÍF og nú buldrar Kyndil avstað undan hálvleikssteðginum.


25 min: 10-10: Kyndil trýstir framvegis. Tær komu upp á javnt, og eftir at VÍF fekk eina útvísing, hevði Simona Petersen møguleika við brotskasti. Vivian Petersen vardi tó fyri skotinum og fyri returbóltinum.

22 min: 9-8: Eftir time-out hevur VÍF valt at mansverja Simonu Petersen. Hetta hevur riggað, og nú er VÍF samanlagt á odda við tveimum málum.

20 min: 7-8. VÍF hongur enn fast í Kyndli, men tað tykist, sum hevur Kyndil ov lætt spæl í álopspartinum. VÍF-venjarin, Henrik Gerster, er alt annað enn nøgdur, og hevur biðið um time-out.

15 min: 5-7. VÍF hevur mist takið á dystinum fyrsta korterið. Hjá Kyndli er Simona Petersen serstakliga væl uppløgd í álopspartinum.

10 min: 3-4
Eftir 10 minuttum er tað Kyndil, sum er á odda 4-3. VÍF spruttaði annars fyrstu løtuna, og tær vóru á odda 3-1, men seinastu minuttirnar er tað ístaðin Kyndil, sum hevur staðið fyri málunum.