Kyndil kærir

- Vit halda, at tríggir dagar er ein sera hørð revsing fyri eina hending, har vit als ikki eru einsamallir um at byrja nakað rok, sigur Janus Einar Sørensen í Kyndli

Hondbóltur

Janus Einar Sørensen var ein av spælarunum hjá Kyndli, tá teir spældu grannauppgerð móti Neistanum, og tí stóð hann á fremstu parkett at kalla, tá endin av somu grannauppgerð gjørdist heldur rokaligur.
Samstundis er hann nevndarlimur í Kyndli, og sum slíkur harmast hann sjávlandi um, at ein av spælarunum hjá felagnum verður revsaður somikið hart eftir dystin.
- Sjávlandi harmast vit um, at ein slík avgerð rakar ein av okkara spælarum, og verður dómurin staðfestir, so mugu vit sjálvandi taka tað til eftirtektar.
- Men sum nevndarlimur í felagnum og viðspælari hjá Hans Áka má eg siga, at eg dugi slettis ikki at skilja úrskurðin. Nú havi eg so ikki sæð skrivligu niðurstøðuna, men eg rokni heilt víst við, at vit fara at kæra úrskurðin. Hetta er ikki í samsvar við tað, sum gekk fyri seg, og sum eg annars havi hoyrt um málið. Og undir øllum umstøðum er talan um sera harða revsing fyri ein tilburð, har vit so langt ífrá vóru einsamallir um at skapa nakað rok, sigur Janus Einar.