Kyndil skal steðga steypaliðnum

StÍF er mest vinnandi liðið í føroysku steypakappingini hjá monnum seinnu árini. Nú skal Kyndil royna at steðga strandingum í fjórðingsfinaluni teirra millum

Coca Cola-kappingin:


Tvey av mest royndu steypaliðunum hittast í høllini á Skála í fjórðingsfinalunum í Coca Cola-kappingini hjá monnum. Her tekur StÍF ímóti Kyndli.
Í landskappingini hevur gingið væl hjá StÍF í ár. Teir liggja á øðrum plássi, men teir hava havt tann trupulleikan, at teir hava ikki duga at avgjørt dystirnar fyrrenn allar síðstu minuttirnar.
Hjá Kyndli hevur gingið minni væl. Teir fingu eina ræðuliga byrjan uppá kappingarárið, og eftir nøkur umfør lógu teir aftast. Nú hava teir tó fingið gongd á spælið, og síðstu dystirnar hava teir vunnið seg uppá fjórða plássið.
 
Fullmannaðir strandingar
StÍF er mest vinnandi steypaliðið í Føroyum síðstu árini. Seinastu 6 árini hava teir vunnið fýra steypakappingar.
Nú stendur Kyndil fyri framman í fjórðingsfinalunum. Kyndil hevur eisini vunnið onkrar steypakappingar síðstu árini, og tí er talan um dyst í millum tvey tey mest vinnandi steypaliðini í Føroyum seinastu árini.
Hjá strandingum er at kalla alt fólkið tókt. Einasti ivamálið er Bárður Danielsen, sum hevur verið sjúkur í nakrar dagar. Hann vandi ikki seinast, men strandingar vænta, at hann verður tøkur til dystin mikukvøldið.
 
Illa sperdir kyndlamenn
Hjá Kyndli stendur ikki so væl til. Teir ætla sær heilt víst at vinna dystin á strandingum mikudagin, men fleiri av stuðulsleikarunum eru sera ivasamir til dystin. Vanliga fyrsta valið í málinum, Lars Black, verður ikki tøkur hjá Kyndli. Hann hevur brotið fingurin og veðrur ikki klárur aftur fyrr enn einaferð í komandi ári. Harafturat hevur Ragnar Stakksund sitið uttanfyri síðstu dystirnar við einum liðbandsskaða, meðan Kenn Zachariassen eisini hevur onkran skaða at dragast við. Teir báðir eru eisini ivasamir til dystin.
Síðst, men ikki minst, so mangla kyndlamenn eisini Høgna Klein, sum fekk beinleiðis reytt kort í dystinum ímóti Neistanum. Hann verður sostatt heldur ikki tøkur til týdningarmikla steypadystin ímóti strandingum.