Kyndil-Neistin 27-23 (13-11)
Hóast finaluplássið er nakað langt burturi, so halda menninir hjá Kyndli á við at arga ovaru liðini.
Í dag áttu teir grønu heimavøll móti grannunum úr Neistanum, og frá byrjan sást, at hetta var ein dystur, sum Kyndil ætlaði sær at vinna.
Teir løgdu bragdliga fyri, og hóast Neistin fleiri svaraði væl aftur, so vóru teir ongan tíð á odda í dystinum.
Kyndil er enn seks stig aftan fyri Neistan í oddastríðnum, men teir bláu eru nú hart kroystir av hoyvíkingum í dystinum um næsta finaluplássið.
Hjá Kyndli skeyt Janus Einar Sørensen 6 av málunum í dag. Áki Mørk skoraði 9 ferðir fyri Neistan.