Kyndil-Stjørnan 33-25: Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr venjaran hjá Stjørnuni, Per Klarup og Ásleyg Súnadóttir, toppskjútta hjá Kyndli seta orð á dystin

##med2##

Kyndilskvinnur fingu í kvøld hevnt sera óvæntaða 17-18 tapið móti Stjørnuni 6. oktober, tá tær á heimavølli í høllini á Hálsí í Havn vunnu trygt 33-25 á Stjørnuni. Í steðginum var Kyndil á odda 16-10.

Sigurin merkir, at Kyndil hevur 16 stig, og er á odda í SMS-deildini saman við VÍF, ið eisini hevur 16 stig.

Kyndil-Stjørnan 33-25 (16-10)

Kyndil: Ásleyg Súnadóttir 6, Natasja Hammer 6, Bára K. Hansen 4, Karin Midjord 4, Súna K. Hansen 3, Beinta Bárðardóttir 3, Beinta Lindberg 2, Bjørt Krossteig 2, Sólja Poulsen 2, Anja Eliasen 1.

Stjørnan: Mina Sirdal 6, Sonja Sirdal 4, Jansy Jacobsen 4, Tóra Eliasen 4, Maria Biskopstø 3, Katrin Bertholdsen 3, Anna Jakobsen 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum millum Kyndil og Stjørnuna. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Stjørnuni, Per Klarup. Per heldur ikki, at Stjørnu-spælararnir stríddust líka væl sum tær hava gjørt undanfarnu dystirnar.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan toppskjúttan hjá Kyndli, Ásleyg Súnadóttir sum skoraði seks mál fyri Kyndil í kvøld. Fyri Kyndil var tað gott at fáa hevnt tapið móti Stjørnuni 6. oktober, og halda seg inni í hitanum í FM-hálvfinalustríðnum. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL102721957716
 VÍF102802196116
 NEISTIN102472192812
 H7192362102612
 STJØRNAN10250273-238
 STÍF10214300-864
 VB9190273-830

(Samrøður: Per Klarup og Ásleyg Súnadóttir)