Nevndin í Kyndli hevur gjørt av at styrkja venjaratoymið hjá besta mansliðnum við einum venjara. Hesin venjarin verður Geir Wardum. Hann kemur aftrat Hjalmari Klein Olsen og Finni Hansson, sum hevur verið spælandi venjari síðan kappingarbyrjan í 2012.
Kyndil hevur eisini gjørt sáttmála við íslendska strikuspælaran, Hørð Fannar Sigthórsson, fyri restina av kappingarárinum. Hørður spældi við Kyndli í tríggjar mánaðir farna kappingarár og venur við Kyndli aftur eftir longri steðg orsakað av skaða.
Hørður verður væntandi til reiðar at spæla eftir nýggjár.