Kyndil tók alt í Vestmanna

VÍF hevði annars verið nógv betra liðið fyri steðgin, tá tað ikki var so nógv, ið bendi á, at Kyndil skuldi fáa nakað burtur úr dystinum.

Men allan seinna hálvleik var tað tó Kyndil, sum var omaná. Teir vunnu seg skjótt upp á javnt, og eftir at teir skutu seg framum 21-20, megnaðu vertirnir ongan tíð at vinna seg upp á javnt aftur.

Fyri VÍF var Sámal Joensen besti málskjútti við 12 málum. Janus Einar Sørensen skeyt 7 mál fyri Kyndil.

 

VÍF-Kyndil 29-31 (16-12)