Kyndil tryggan sigur á VB

VB byrjaði kappingarárið við at vinna á Skála, meðan Kyndil vann á Stjørnuni. Í dag møttust liðini á Hálsi, har Kyndil vann greiðan 32-23 sigur.

Kyndil var longu á odda 19-10 í hálvleikinum og hevði tamarhald á dystinum. Fyri Kyndil vóru heilir 11 málskjúttar. Bestar vóru Guðrið G. Eystberg og Anna Brimnes, sum skutu hvør síni seks mál. Fyri VB gekk Bára K. Mortensen á odda við sjey málum.

Kyndil hevur nú fult stigatal eftir tveir dystir.

Kyndil – VB 32-23 (19-10) 

Kyndil: Guðrið G. Eystberg 6, Anna Brimnes 6, Bára K. Hansen 5, Anja Eliasen 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Lea Durhuus 2, Eyðleyg Súnadóttir 2, Anja Hammer 1, Bjarta Johansen 1, Gudrun Restorff, Marin Skaalum 1

VB: Bára K. Mortensen 7, Danjele Mistric 6, Maria Hallsdóttir Weyhe 3, Barbara K. Hjelm 3, Rúna Jakobsen 2, Marna Tórðardóttir 1, Gurið K. Augustinussen 1

Sunnudagin 25.09.16

kl. 14.30 Neistin – VÍF (kvinnur)

kl. 16.00 Neistin – VÍF (menn)

kl. 16.00 H71 – Kyndil (menn)

kl. 16.00 Team Klaksvík – StÍF (menn)