VÍF – Kyndil 21-24 (10-14)
Lagt var upp til ein spennandi dyst í høllini í Vestmanna sunnudagin, tá ið bestu kvinnuliðið hjá VÍF og Kyndli brustu saman. Undan dystinum lógu liðini jøvn í stigum við einum stigi á stigatalvuni, og tí var stórur møguleiki fyri, at annað av liðunum fór at fáa sín fyrsta sigur í kappingarárinum.
Sum stigatalvan eisini segði frá, so var byrjanin á dystinum sera jøvn. Kyndil fekk fyrstu tvey málini, men skjótt høvdu kvinnurnar úr Vestmanna aftur skapt javnvág í. So skiftust liðini um at skjóta mál, og á vøllinum sást heldur ikki serliga stórur munur á liðunum.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, stóð enn á jøvnum, 6-6, men brádliga tók dysturin eina ordiliga vend. Nú var tað nevniliga Kyndil, sum setti seg á dystin.
Kyndil vísti gott spæl
Síðstu hálvuna av fyrra hálvleiki vísti Kyndil væl betri spæl enn VÍF. Tær øktu nú støðugt um munin, og VÍF tóktist nú brádliga at hava ávísar trupulleikar framman fyri eini vælleikandi kyndilsverju. Samstundis sum verjan hjá Kyndli koyrdi væl, so fekk álopið eisini skorað tey neyðugu málini, so tá liðini fóru til hálvleiks, førdi Kyndil 14-10.
Men tær grønu vóru ikki lidnar enn. Fyrstu løtuna av seinnia hálvleiki skoraðu tær nevniliga seks ferðir, meðan VÍF bert fekk eitt mál, so tá góðir 10 minuttir vóru farnir eftir stegðin, var Kyndil nú á odda heili 20-11, og dysturin var avgjørdur.
VÍF pyntaði um úrslitið
Í høllini í Vestmanna vóru tey flestu greið yvir, at dysturin nú var avgjørdur. Men heimaliðið vísti tó góðan vilja síðstu løtuna av dystinum. Teir royndu at kempa víðari, og sjálvt um spenningur ongantíð kom í dystin, so var heildarmyndin tó ikki so heilt galin av heimaliðnum, tá ið dysturin var liðugur.
Tær tóku eitt mál fyri og annað eftir inn á Kyndil síðstu 20 minuttirnar, og tá ið dysturin bleiv liðugur, vóru bert trý mál á muni millum liðini. Tað var Kyndil, sum vann dystin 24-21, og við sigrinum fingu tær sostatt sín fyrsta sigur í ár.
Fakta
VÍF – Kyndil 21-24 (10-14)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 7 (1), Fríða Marjunardóttir 4, Heidi Joensen 3 (2), Marita Johannesen 2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Linda Johannesen 2, Elisa Leo 1
Kyndil: Súsanna Petersen 8 (2), Tordis Tróndarson 6, Lina Andriulyte 5, Jórun Ludvig 2, Barbara Egilstrøð 1, Ása Apol 1, Eydna Apol 1
Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 4
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen