At eitt lið lærir meira av at fáa bank, enn at tapa við einum ella tveimum málum, man besta mansliðið vera eitt sera gott dømi um. Í grundspælinum taptu teir fleiri dystir við minst møguligum marginalum, men eftir at teir viku síðani fingu bank frá neistanum, er rættuliga viðvent í holuni.
Fyrst vóru teir í Vestmanna mikudagin, har teir vunnu fyrru hálvfinaluna í steypakappingini móti oddaliðnum, og sunnudagin vundu teir burtur úr strandingum, sum hava verið í oddinum alt kappingarárið.
Trygg leiðsla
Fyrstu 30 minuttirnar var tó lítið, sum bendi á, at dysturin skuldi enda við stórsigri til heimaliðið.
Eftir at kyndilsliðið hevði fingið betri byrjanina, vóru tað nenvliga strandingar, sum stýrdu meginpartin av hesum hálvleiki.
Álopsspælið koyrdi á sama skjóta hátt, sum vit so ofta fyrr hava sæð tað, og í verjupartinum vóru teir sera nærlagdir.
Serliga lá væl fyri hjá John Petersen í álopspartinum, meðan Johan Danielsen sýndi fleiri góðar bjargingar í hinum endanum.
Nógvir strandingar vóru komnir til Havnar at fylgja liði teirra, og sum vera man, so var lagið av tí allarbesta, tá StÍf kundi fara til hálvleiks við eini tryggari leiðslu.
Hamskiftir
Hvat Sophus havði sagt við sínar menn í hálvleikinum, er ilt at vita, men í hvussu so er var kyndilsliðið sum hamskift, nú teir komu aftur á vøllin.
Beinan vegin fóru teir at eta burtur av leiðsluni hjá føroyameistarunum, og hóast StÍF helt framman fyri á máltalvuni, so kom nú rættuliga spenningur í dystin.
Í verjupartinum bardust kyndilsmenninir um hvønn tann einasta bólt, og í álopspartinum var Bjarni Wardum nú vorðin rættuliga heitur.
Eisini var Hans Á. Dahl Christiansen komin á vøllin nú, og hetta viðførdi eisini, at vinstra álopssíða hjá Kyndli gjørdist nógv meira vandamikil, eins og hann er sera sterkur í verjupartinum.
Sum nevnt, so megnaði StÍF so dánt at halda seg framan fyri grøna liðið, men eftir at Marius hevði sent bóltin í netið til 23-21 steðgaði alt fullkomuliga upp hjá strandingum.
Seinastu 15 minuttirnar fingu teir bert eitt mál, og tá kyndilsleikararnir samstundis skoraðu eftir vild, mátti tað enda galið.
Í málinum byrjaði Lars bráddliga at taka alt, sum varð tveitt eftir honum, og hóast Jónleif setti seg sjálvan á vøllin, so megnaði hálvskaddi venjarin ikki at venda skeivu gongdini.
Alt, sum líktist sjálvsálitið, varð so at siga sogið úr føroyameistarunum, og besta dømi um hetta var, tá teir fingu eitt brotsskast tillutað.
John Petersen hevði stutt framman undan brent eina roynd úr teimum sjey metrunum, men kortini vildi Artur hava hann at skjóta. John noktaði tó fyri hesum, og endin var at Artur skeyt?á tvørstongina.
Móti endanum av dystinum var talan um eina rættuliga eyðmýking av strandingum, sum bert tóktist bíða eftir, at seinasta bríkslið skuldi ljóða. Hetta kom tó ikki fyrr enn allir 60 minuttirnir vóru leiktir, og tá vóru kyndilsleikarar og -viðhaldsfólk langt síðani byrja at fegnast um sigurin.
Kann røkkast
Lítið er at ivast í, at sigurin var sera kærkomin hjá kyndilsleikarunum. Verður sæð burtur frá javnleikinum móti vestmenningum á heimavølli, so vóru teir akkurát ov stuttir í øllum dystunum móti hinum oddaliðnum, og tískil gjørdist oddasessurin alt meira veruleikafjarður.
Enn er tó langt eftir á mál, men kortini kann eg ikki lata vera við at hugsa um støðuna fyri einum ári síðani. Tá var líkt til, StÍF als ongan møguleika hevði at vinna meistaraheitið, men við einum ótrúligum endaspurti eydnaðist tað teimum kortini at røkka ovastu tindunum.
Enn er tó langt eftir á mál hjá kyndilsleikarunum, men megna teir framhaldandi at sýna sama spælið, er ikki óhugsandi at teir kunnu taka stig frá bæði Neistanum og VÍF.
Fyrsti møguleikin verður longu mikukvøldið, tá VÍF kemur á vitjan, og megnar Kyndil at vinna sær tvey stig í hesum dysti, verður av sonnum líkt til, at vit aftur í ár fáa eitt sera spennandi endaspæl, har einki verður avgjørt fyrr enn í seinastu dystunum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Kyndil: Bjarnu Wardum 11 (4), Jacob Jónsson 8, Rúni Poulsen 5, Hans Á. D. Christiansen 3 (1), Leivur Holm 2, Regin M. Petersen 2
StÍF: John Petersen 8 (4), Artur Johansen 4, Marius Joensen 4, Alexandur Johansen 3, Sveinbjørn Poulsen 3, Bent Durhuus 1, Karstin Danielsen 1
Brotskøst:
Kyndil 6, StÍF 6
Útvísingar:
Kyndil 7, StÍF 4
Diskvalifikatión:
Kyndil 1 (2x3 minuttir)
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristian Joahansen