Tá tað stundar til móti kappingarenda, og fleiri av liðunum hava millum lítið og einki at spæla fyri, merkist tað væl á kappingini. Liðini hava stór sveiggj í sínum avrikum.
Kyndil tykist ikki veruliga hava spælt fyri sínum møguleika at vinna seg í finalurnar um føroyameistaraheitið. Fyri tveimum vikum síðan kundu teir, um tað gekk teimum væl, vinna seg upp á annað plássið, men spælið hevur verið lítið sannførandi.
Kyndil hevur nú ikki vunnið tríggjar ferðir upp í slag. Tað hevur við sær, at H71 kann vinna seg upp á fjórða plássið mikudagin, tá hoyvíkingar fáa vitjan av StÍF.
Heimaliðið vann uppiborið
Kyndil tapti 30-24 fyri StÍF í ítróttarhøllini á Skála í gjár. Kyndil var omaná fyrstu løtuna, men seinastu minuttirnar í fyrra hálvleiki gjørdi StÍF bart og fór framum. Í seinna hálvleiki var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna. Heimaliðið var betri, og Kyndil hótti ongantíð leiðsluna.
Serliga stóð vestmenningurin Karl Jóhan Djurhuus, Kyndil, seg væl. Hann var toppskjútti við 10 málum.