Lagt var upp til tvær spennandi grannauppgerðir millum Kyndil og Neistan, bæði í hvonndeildini og í FTZ-deildini í høllini á Hálsi í Havn í kvøld, men tað bleiv bara spennandi í FTZ-deildardystinum.
Kyndilskvinnur vunnu ein óhoyrt stóran sigur á neistakvinnum uppá heili 38-21. Onkur gomul legenda hjá Neistanum sigur seg ikki minnast, at kyndilskvinnur áður hava skorað so nógv mál ímóti Neistanum í einum dysti.
Longu í steðginum var støðan 19-12 til Kyndil. Turið Arge gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Bára K. Hansen skoraði sjey mál, og Anna Brimnes og Marianna G. Eystberg skutu seks mál í part. Marjun Danberg gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við seks málum. Stine Madsen skoraði fýra mál.
Støðan:
Í FTZ-deildardystinum millum Kyndil og Neistan býttu liðini stigini millum sín aftaná javnleik 24-24. Kyndil var á odda 12-11 í steðginum. Í seinna hálvleiki vann Neistin seg uppá eina 15-13 leiðslu, men løtu seinni var Kyndil á odda 18-15. Kyndil kom eitt skiftið uppá 22-16, og var á sigurskós, men Neistin arbeiddi seg innaftur í dystin. Tá hálvurtriðji minuttur var eftir var Kyndil á odda 24-21, men Neistin gjørdi ein ordans endaspurt, og fekk bjargað sær eina stigið.
Rógvi Dahl Christiansen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við seks málum. Hjalti Mohr Jacobsen, John í Innistovu og Eirikur J. Simonsen skutu fimm mál hvør. Høgni Zachariasen og Rasmus Søby gjørdust toppskjúttar hjá Neistanum við fimm málum hvør.
Støðan: