Kyndilsmenn kenna seg traðkaðar

Í Kyndli vilja tey ikki finna seg í, at strævna dystarskráin er vorðin enn strævnari, nú danskt dómarapar kemur til Føroya at døma brakið í Vestmanna

Hondbóltur

StÍF í landskappingini sunnudagin. Aftur StÍF - hesaferð í steypakappingini - mikudagin. Og so brakið móti VÍF leygardagin. Soleiðis sær strævna dystarskráin hjá Kyndli út komandi vikuna.
Í sjálvum sær ein sera strævin skrá, har spælararnir tríggjar ferðir í seks dagar skulu til próvtøku við sera truplum uppgávum. Sum so er kanska ikki so nógv at gera við tað, tí kappingin liggur nú einaferð soleiðis, men tað er serliga seinasta uppgávan, sum nú elvir til ónøgd í Kyndli. Ónøgd, tí dysturin upprunaliga skuldi verið sunnudag, men síðani er fluttur til leygardag, nú dómarafelagið hevur fingið eitt av bestu dómarapørunum í Danmark til Føroya at døma.

Í øðini um flytingarnar
Annar av venjarunum hjá Kyndli, Birgir Hansen, sigur bart út, at teir eru í øðini inn á Dómarafelagið og Hondbóltssambandið um avgerðina.
- Fyrst og fremst vil eg siga, at tað er ótrúliga gott fyri bæði dómararnar og føroyskan hondbólt sum heild, at ein slík vitjan kemur í lag. Men vit kenna okkum settar púrasta til viks í hesum málinum. Vit vita ikki av nøkrum, fyrr enn mánakvøldið. Og tá er avgerðin longu tikin, uttan at vit á nakran hátt verða spurdir eftir. Samstundis finna vit útav, at VÍF hevur vitað av hesum, tí teir flutt dystir, soleiðis at høllin er tøk leygardagin.
- Og sjálvandi kemur ein slík flyting illa við. Uttan at eg skal seta niður á onnur lið, so skerst ikki burtur, at VÍF hevur eina munandi lættari skrá í vikuni undan dystinum í Vestmanna. Teir hava Neistan komandi vikuskifti og so eina hálvfinalu móti næst besta liðnum hjá okkum. Á pappírinum eru tað í øllum førum munandi lættari uppgávur, og tí eru fortreytirnar hjá okkum og VÍF ikki eins til týdningarmikla dystin annan leygardag.

Óneyðugar broytingar
Spurdur, hvørt Kyndil í verandi støðu hevur nakran møguleika at broyta avgerðina, sum er tikin í málinum, sigur Birgir, at hava teir kanska ikki.
- Tað einasta, sum vit kunnu gera, er at argumentera fyri okkara søk. Higartil eru okkara argument tó bara blivin skúgvað til viks púrasta uttan víðari, og tað betrar ikki fatanina av nøkrum samstarvi. Enn royna vit so at greiða frá, hví vit halda hetta vera púrasta burturvið, og so fáa vit at síggja, hvat víðari hendir í málinum.
Men hvussu kundu tit so hugsa tykkum, at hetta málið varð loyst?
- Í okkara verð er tað púrasta óneyðugt at flyta nakrar dystir. Eftir skipanini skuldu KÍF og Neistin spælt leygardagin, og tað mátti eisini verið ein góður dystur hjá hesum parinum at dømt. Sum so er tað kanska eisini at traðka eitt sindur á tey liðini, um sagt verður, at eitt altjóða par absolutt skal døma dystin í Vestmanna. Vóru ongar flytingar, so var talan helst ikki um ónøgd av nøkrum slag, og so vildu vit als ikki havt hesar trupulleikarnar, staðfestir Birgir Hansen at enda.