Herfyri var íslendski hondbóltsspælarin Jakob Jónsson í Havn og vitjaði Kyndil. Endamálið við vitjanini var at finna útav, um íslendingurin var áhugaður í at gerast venjari hjá mansliðnum hjá Kyndli, og um Kyndil var áhugað í at fáa hann sum venjara.
Og báðir partar hava eftir øllum at døma verið nøgdir við tað, teir hava sæð, tí sunnudagin frættist, at Kyndil hevur skrivað sáttmála við 33 ára gamla íslendingin, sum skal vera spælandi venjari hjá havnarfelagnum. Umframt venjaran kemur eisini 22 ára gamli málmaðurin Pétur Magnusson til Kyndil komandi kappingarár.
Í stuttum tíðindaskrivi sigur Kyndil, at Jakob Jónsson umframt at vera spælandi venjari hjá 1. mansliði eisini skal venja mansunglingarnar.
Málverjin Pétur Magnusson er upprunaliga úr felagnum IR úr Reykjavík, men spældi seinasta kappingarár sum fyrsti málmaður við Hörði av Ísafirði.
Jakob Jónsson hevur drúgvar royndir sum hondbóltsspælari. Frá 1980 til 1983 spældi hann við KA av Akureyri, har hann var aftur bæði í 1987-89 og 1996-97. Harumframt hevur hann spælt við KR úr Reykjavík (1983-85), Hörði av Ísafirði (1994-96 og 1997-98) og var eitt skifti eisini í Noreg, har hann royndi seg í SIF í Stavanger. Tað var árini 1989 til og við 1994. Og nú skal hann so royna seg í Føroyum, har hansara fremsta uppgáva verður at fáa Kyndil upp aftur á somu hæddir, liðið var fyri nøkrum árum síðani.
Venjingin byrjar
í næsta mánaði
Kyndil fer annars undir venjingina longu um ein góðan mánað. Jakob Jónsson kemur ikki til landið fyrr enn miðskeiðis í juli, so inntil tá fer Sophus Dal Christiansen, sum vandi FM-liðið hjá kvinnunum seinasta kappingarár, at taka sær av venjingini. Ætlanin er at halda frí í juli og so byrja aftur aftan á ólavsøku.
Tað fer uttan iva eisini at koma væl við hjá Kyndli at fáa ein málmann afturat, tí Hans á Lag, sum seinastu árini hevur verið fyrsta val sum málverji hjá Kyndli, er eisini fótbóltsspælari og er sáttmálabundin at HB. Sostatt kann hann ikki veruliga fara undir at spæla hondbólt aftur fyrr enn í oktober, tá fótbóltskappingin endar, og tá er hondbóltsárið longu komið væl áleiðis.