Kynstrið at gerast ein rættur føroyingur

Føroyska samfelagið má gerast rúmligari, um Føroyar skulu hava nakran møguleika at kappast við onnur samfeløg. Tað metir Ole Wich, listamaður, sum skrivar eina nýggja bók um trongskygdan tjóðskap og um at gera upp við hugsjónir, sum eru útihýsandi heldur enn innbjóðandi

– Hví spyrt tú ikki Jóanes Nielsen um tað sama?

Svarið kemur prompte, tá eg spyrji hann á eini larmandi kafé í miðbýnum í Havn, hví ólukkan hann hevur valt at búgva í Føroyum, um hesar oyggjarnar eru so forferdiliga konservativar, nationalistiskar og fundamentalistiskar, sum hann vil vera við. Boðskapurin í hansara aftursvari er púra greiður. Jóanes Nielsen fær ikki ein slíkan spurning, tí hann er føroyingur. Men Ole Wich fær hendan spurningin, tí hann er dani. Tað er við øðrum orðum ein kvalitativur munur á Ole Wich og Jóanes Nielsen. Munurin er, at Ole Wich ikki hoyrir til tað føroysku ættargreinina.

Útihýsandi tjóðskapur Umstríddi danski listamaðurin við tí hálvsíða hárinum er troyttur av at skula verja sín rætt til samfelagsrevsandi list, bert tí hann er dani. Hann metir, at flestir føroyingar stara seg blindar uppá, at maðurin er danskari. Tá hann kritiserar føroyska samfelagið fyri intoleransu, trongskygni og annað gott, so verður spurningurin straks reistur, hví hann ikki bara pillar av. Og hvat hann í roynd og veru billar sær inn at fortelja okkum føroyingum, hvussu vit skulu innrætta okkara samfelag.

Besta dømið var í 2005, tá Bill Justinussen í Miðflokkinum vildi hava fútan at reisa ákæru ímóti hesum útlendinginum fyri víðagitna homoFObia merkið undir orrustuni um § 266b og tey samkyndu. – Ole Wich gjørdi seg til dómara yvir føroysku tjóðini og misnýtti okkara fremsta tjóðareyðkenni á sera ódámligan hátt. Ole Wich er dani, og júst tí kendi eg álopið sum eitt álop frá tí verðsligu Danmørkini ímóti teimum kristnu Føroyum, sigur Bill Justinussen í dag. Men homoFObia prosjektið var bert eitt av mongum umstríddum listaverkum ígjøgnum árini, sum hava gjørt mannin illa lýddan í pørtum av Føroyum. Í 1996 útgav Ole Wich yrkingasavnið “Upphav” um tað at vera danskari í Føroyum. Eitt lýriskt verk, sum torpederaði tjóðskaparligar minnilutakenslur, protektionistiska nationalismu og óttan fyri tí, sum kemur uttanífrá. Fá góvu savninum gætur í Føroyum, men gitni ummælarin Ulrik Høy á donsku Weekendavísini gav savninum imponerandi gott skoðsmál. Yvirskriftin var sjálvandi “Helvitis danskari!”. Og Ole Wich fekk status sum ein whistleblower í Føroyum. Undir § 266b-stríðnum var tað víðgongdur kristindómur, sum stóð fyri skotum. Nú er persona non grata aftur farin í holt við spurningin um integratión og um samanstoytin millum føroyskan tjóðskap og útlendska ávirkan. Ole Wich skrivar í hesum døgum eina bók um evnið, sum fyribils ber heitið “Kunsten at blive en rigtig færing”. – Mítt mál er at víðka um tann føroyska veruleikan á øllum økjum. At rúmka um føroyskan tjóðarsamleika, sum er trongskygdur og læstur fastur í gomlum hugmyndum um, hvat tann nationali felagsskapurin skal grundast á, sigur síðhærdi listamaðurin, tá eg nakrar dagar eftir samtaluna í býnum siti í køkinum hjá honum á Grønlandsvegnum í Havn. Eitt trongligt og óruddiligt heim í einum gulum dupulthúsum, sum neyvan hevði komið ígjøgnum nálareygað á Kvinnu ella Rákinum í Sosialinum, tá nýggjastu møblasniðini skulu vísast fram í snollaðum stovum ella poleraðum køkum. Hansara komandi bók er ein uppgerð við ta sonevndu nationalsjauvinismuna og eitt boð uppá, hvussu integratiónin kann betrast. Við nationalsjauvinismuni sipar Ole Wich til eina útihýsandi tjóðskaparhugsjón, sum byggir á nationalromantiskar identitetskonstruktiónir, og sum stimbrar eina mentanarliga og andaliga avbyrging frá umheiminum. – Eg havi einki ímóti tjóðskaparligum kenslum, men eg havi trupult við at taka tær í álvara. Eg havi nakað ímóti nationalismu sum politiskari og mentunarligari ideologi, og eg haldi, at vit altíð eiga at taka útgangsstøði í tí, sum vit øll hava til felags. Eftir mínum tykki er tann ekskluderandi nationalisman ein tann mest viðkomandi forðingin fyri at modernisera tað føroyska samfelagið, sigur Ole Wich.

Exit Føroyar Hann borðreiðir við keks, osti, Toblerone, súreplum og kaffi. Og hann skiftir ímillum at sita niðri og at standa uppi, ímillum at skrúva hitan frá og at lata vindeyga upp. Í hondini hevur hann blýant og pappír, og meðan hann tosar, illustrerar hann sínar meiningar við strikum, kassum, figurum, pílum og øðrum krutli. Sum um hann vil tryggja sær, at um orðini ikki eru nóg neyv, so kann hann altíð tekna sínar meiningar. Útbúgvingin sum reklamuteknari avnoktar seg ikki.

– Føroyska samfelagið kann samanberast við ein slitnan íbúðarbygning, sum trongir til eina umfatandi renovering. Alt tað gamla og útslitna skal endurskoðast og kasserast um neyðugt. Og nýtt tilfar skal inn, so bygningurin kann dagførast og lúka nýmótans treytir. Men um vit sleppa myndamálinum eina løtu, hvat skal so út? Og hvat skal inn? – Trongskygdar reglur um, hvat tað er at vera føroyingur, skulu út. Reglur, sum byggja á eina politiskt filtreraða søgu. Á etniskan uppruna. Á politiska stýring av málinum. Og á átrúnaðarliga stýring av tí demokratiska samfelagnum, sigur Ole Wich. Størsti trupulleikin er sambært honum, at Føroyar eru ov trongar fyri tey, sum á ein ella annan hátt fella uttanfyri tað, sum politiska og mentanarliga elitan definerar sum føroyskt, sum rætt og sum gott. Bæði út frá átrúnaðarligum og út frá nationalum kriterium. Og sambært Ole Wich hevur eitt samfelag við 50.000 borgarum ikki ráð til átrúnaðarligar og politiskar hugsjónir, sum eru ekskluderandi heldur enn inkluderandi. Eitt afturvendandi orð í samtaluni í lítla køkinum er orðið “talentmassi”. Listamaðurin ber nevniliga ótta fyri, at føroyska samfelagið er í ferð við at missa sítt mentanarliga og intellektuella tilfeingi, um eingin er villigur til at taka eitt umfatandi kjak um, hvat tað merkir at vera føroyingur í 21. øld. – Føroyar eru eitt isolerað mikrosamfelag, sum hevur brúk fyri so nógvum talenti sum yvirhøvur. Bæði frá útlendingum og frá føroyskum útisetum. Men mín ótti er, at í staðin fyri at lata seg upp og góðtaka íblástur uttanífrá; í staðin fyri at viðurkenna, at føroysk mentan er broytilig, og at føroyskur samleiki er ein dynamisk interaktión millum tað heimliga og tað útlendska, so er ein greiður tendensur til at dyrka tað sokallaða serføroyska, tað nationalromantiska og tað, sum er meiri upptikið av fortíðini enn av framtíðini, sigur Ole Wich. Úrslitið er sambært honum, at ein hópur av fólki velur Føroyar frá og búsetist í øðrum londum. Bestu dømini er undirskotið av kvinnum og av akademikarum. – Um føroyska samfelagið skal fáa útbúna fólkið heimaftur; um føroyska samfelagið skal fáa tey kreativu at støðast í landinum; og um føroyska samfelagið skal fáa útlendingar at búsetast her, so má rúmligheitin víðkast. So mugu allar kreftir inkluderast í tað føroyska samfelagið, heldur Ole Wich. Hann tosar títt og skjótt um globalisering, um informatiónsøldina og um alnótina, sum eftir hansara tykki er størsta uppfinningin síðani hjólið. Hann tosar um eina samtíð, har mentanir møtast og smelta saman sum ongantíð áður. Har fólkasløg flytast sum ongantíð áður. Tey samfeløgini vinna, sum umstilla seg til nýggja veruleikan. Og tey samfeløgini tapa, sum reagera ímóti hesum ráki við mentanarligari protektionismu. – Stór lond kunnu liva við, at ávísir bólkar eru afturhaldssinnaðir, tí hesi londini hava ein so stóran eyka intellektuellan kapasitet at ráða yvir. Men eitt mikrosamfelag sum tað føroyska hevur ikki ráð til at missa nakran, sigur Ole Wich.

Trongskygdur mentanarpolitikkur Eg siti við eini kenslu av, at okkara samtala er rættiliga teoretisk. At Ole Wich ikki heilt pointerar, júst hvar hendan útihýsandi nationalisman vísir seg í tí praktiska veruleikanum.

– Tilvitað ella ótilvitað gjøgnumsúrgar hon alt samfelagið sum sjógvurin rundanum fiskin. T.d. politisku flokkarnar, undirvísingarverkið og føroyska mentanarlívið. Í mentanarlívinum tykist tað serføroyska – hvat tað so enn er – at hava hægri tign enn tað, sum kemur uttanífrá. Tað merkir m.a., at útlendingar skulu arbeiða harðari og longri, áðrenn teir fáa viðurkenning og sleppa uppí part, sigur Ole Wich. Sjálvur hevur hann skírt føroyska myndlist fyri at vera nalvaskoðandi, stirvna, provinsiella og ókritiska. Seinast í sambandi við listaframsýningina “Natúrligvís” í Norðurlandahúsinum. Ein listaframsýning um náttúruna, sum Ole Wich ikki var partur av. Í staðin fyri at framleiða samfelagsrevsandi list, sum bjóðar av og flytur mørk, og í staðin fyri at problematisera okkara uppfatan av náttúruni, so skrivaði Ole Wich í eini kronikk í Dimmalætting, at føroysk myndlist er vónleyst forelskað í føroysku náttúruni og kann ikki brúkast til annað enn fitt prýði heima í stovunum. Eitt annað dømi er samgonguskjalið hjá CHE samgonguni, sum aftur fekk Ole Wich at tríva í pennin fyrst í 2008. Orðingin um, at serstaki tjóðarsamleikin er undir trýsti uttaneftir og tí má stimbrast, er sambært Ole Wich eitt klokkuklárt dømi um ein tjóðskap við minnilutakompleksum, sum tí hevur fyri neyðini at útihýsa eksternum elementum: “Det er meget foruroligende at se regeringspartierne bruge begrebet "tjóðarsamleiki" som overordnet ramme for deres fælles kulturpolitik. Enhver med lidt omtanke i hovedet kan se at begrebet "national identitet" er et udflydende gummibegreb, der ikke kan anvendes i praksis med fornuft. Færøsk kultur er et stort kludetæppe syet sammen af mange forskellige kulturer. Begrebet "tjóðarsamleiki" kan kun bruges til at udelukke folk fra det færøske samfund, og hvad skal vi med det? En "rigtig" færing findes ikke. Der er mange måder at være færing på”, skrivaði Ole Wich í februar 2008, samstundis sum hann ramsaði upp eini 25 útlendingar, sum hava verið virknir á føroyska mentanarpallinum í mong ár. Frá Kristian Blak, Bernhard Wilkinson og Philippe Carré til Gianfranco Contri, Kate Sanderson og Kirsten Brix. Tí finst eingin autentiskur, serføroyskur samleiki, sum samgonguskjalið legði upp til. Danski listamaðurin heldur, at nationalistarnir nýta orðið “tjóðarsamleiki” á sama hátt sum kristna fundamentalisman nýtir hugtakið “kristin virði”. Í báðum førum er talan um eitt amboð, sum hevur til endamáls at sortera tað góða og uppbyggjandi frá tí ónda og niðurbrótandi. Og hann metir, at tann nationalistiska fundamentalisman er eins álvarsom og tann religiøsa. Á internetsíðuni kjak.org hevur Ole Wich kjakast við formannin í Tjóðveldi um hesa atfinning. Og Høgni Hoydal metir ikki, at kritikkurin hjá Ole Wich er rættvísur. – Tað er beinleiðis søgufalsan at leggja tjóðskaparrørsluna undir at byrgja Føroyar inni mótvegis umheiminum. Tvørturímóti hevur sjálvstýrisstríðið verið ein drívmegi í moderniseringini av Føroyum á øllum hermótum, ikki minst á mentanarpolitiska økinum, sigur Høgni Hoydal. Ole Wich undirstrikar, at hann sum so ikki er úti eftir Tjóðveldi sum flokki. Og sambært honum hevur Tjóðveldi gingið á odda í summum spurningum, t.d. spurninginum um tey samkyndu. Men hann tvíheldur um, at Tjóðveldi eisini er ein eksponentur fyri eini latentari nationalismu, sum er ein so inngrógvin partur av tí andliga infrakervinum í landinum, at føroyingar ikki geva sær far um hana. – Tað er fullkomiliga láturligt, at eitt land í 21. øld nýtir hugtakið “tjóðarsamleiki” sum ein karm um førda mentanarpolitikkin. Er føroysk mentan ikki nóg sterk til at súgva til sín alt tað, sum kemur uttanífrá? Hevur man ikki so frægt álit á sínum egna, at man noyðist at byrgja seg inni við avoldaðum tjóðskaparligum hugmyndum?, spyr Ole Wich, sum metir, at føroyskir tónleikarar hava gingið undan. – Tónleikararnir hava sæð útheimin í eyguni í mong ár, mált seg sjálvar eftir honum og eru síðani farnir út í verðina. Hetta dirvið áttu politikararnir og onnur listafólk at lært nakað av, heldur Ole Wich.

Viðurkenningin Maðurin hevur búð í Føroyum síðani 1980, undantikið tíðarskeiðið frá 1996 til 2002, tá familjan búði í Aalborg, tí konan fór at útbúgva seg sum musikkterapeut á Aalborg Universitet.

Hann hevur verið virkin á føroyska listapallinum í yvir 20 ár. Men hann metir ikki, at hansara list er komin til sín rætt í listarliga umhvørvinum í Føroyum. Fyrst og fremst tí hansara list ikki hevur hóskað inn í hugaheimin hjá parnassinum. Men ber Ole Wich seg ikki at sum eitt sjálvútvalt offur, tá hann í ramasta álvara pástendur, at hansara nationali uppruni er ein orsøk til, at hann ikki hevur sitið til háborðs í listarliga umhvørvinum í Føroyum? – Eg eri alt annað enn eitt offur. Men summi uppfatað meg sum eitt sjálvútvalt offur, tí eg tori at rópa upp, tá eg haldi, at okkurt skal sigast. M.a. tá eg ákæri føroyskan mentunarpolitikk og føroyska list fyri at køvast í trongskygdum tjóðskapi. Men at bera síni sjónarmið fram á torg merkir altso ikki, at man er beiskur ella fornermaður, undirstrikar hann. Offurleikluturin fær júst mótspæl, tá man torir at kjakast og brúka teir møguleikar, man hevur. Upplivingin hjá Ole Wich av frástøðuni millum siðbundna, føroyska list og hansara egnu list kann í ein mun finnast aftur í bókini “Levende kunst” hjá listfrøðingurin Inger Smærup Sørensen frá 2008. Í bókini fær Ole Wich hetta skoðsmálið: “Ole Wich har gennem en årrække ikke bare markeret sig som kunst- og kulturdebattør, tegner, fotograf og grafiker, men også som skaber af mere utraditionelle kunstformer, som web art, sms-poesi, happenings, performances, installationskunst og konceptkunst. Kunstformer, som vi i øvrigt ser meget lidt til i den færøske samtidskunst, der overvejende er – mere eller mindre – bundet til traditionelle udtryksformer”. Bingo!, hugsaði Ole Wich, tá hann læs orðini. – Eg eri ein danskt talandi føroyingur av danskari ætt. Eg eri føroyingur, tí eg eri nærverandi í føroyska samfelagnum. At kritisera samfelagið fyri at hækka um støðið er ein ábyrgd, vit øll hava. Tí komi eg við mínum ískoyti, eins og so nógvir aðrir útlendingar her á landi. Vit eru livandi dømi um, at føroysk mentan er ein bráðpanna av impulsum frá øllum heraðshornum. Og soleiðis skal tað eisini vera, endar Ole Wich.