Mett verður ikki, at skaðin enn er serliga stórur á kypriotiska farmaskipið, sum fyri døgurða fór inn í ytra grótkastið kring útróðrarhavnina í Fuglafirði Í løtuni er bjargingarbáturin Ziska á veg úr Klaksvík og til Fuglafirðar, og Pressarin er á veg av Havnini og til Fuglafirðar. Setningurin er at fáa kypriotiska frystifarmaskipið Forline 1 leyst aftur av ytra grótkastinum, sum er kring útróðrarhavnina í Fuglafirði.
Stutt fyri døgurða fór 109 metra langa farmaskipið upp á grótkastið. Farmaskipið lá í nátt saman við tveimum russiskum trolarum uppankraður á Pollinum í Fuglafirði. Í morgun var ætlanin at umskipa. Fyrri trolarin fór at kai í øllum góðum um tíggju tíðina, og so var ætlanin, at farmaskipið skuldi leggja upp á síðuna av honum.
Farmaskipið, sum var tómt og bara stakk fýra metrar, hevði ov nógva ferð undan lágættarvindinum. Í fyrstu atløgu rendi tað stevnið inn í kaina aftanfyri trolaran, sum liggur undir Vónavirkinum. So varð roynt at bakka út frá aftur, men í aðru atløgu fór skipið inn í grótkastið. Hol er í stevninum, men tað verður ikki hildið, at skipið enn hevur fingið annan skaða. Mett verður, at tað eru vánir fyri, at tað skal bera til at fáa skipið leyst aftur, uttan at skaði verður á róðrið og skrúvuna. Í løtuni verða boyur og annað at verja við lagdar millum skipið og grótkastið, verður upplýst úr Fuglafirði.