LÍF fótaði sær

Eftir trý tap á rað eydnaðist tað LÍF seinnapartin aftur at fáa trý stig. Leirvíkingar høvdu vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ, og LÍF vann 2-1 eftir 2-0 í 1. hálvleiki.

Adrian Joensen skoraði bæði LÍF málini. Hitt fyrra í 29. minutti og hitt seinna í 36. minutti.

Unglingaspælarin Øssur Dalbúð minkaði um munin til 2-1, tá ið ein tími var farin.