LÍF í Gundadali

Einki er at ivast í, at LÍF er stórfavorittur, tá ið leirvíkingar klokan trý seinnapartin fara á ovara vøll í Gundadali at spæla ímóti B36. Burturúr seks teimum fyrstu umførunum hevur LÍF vunnið tíggju stig, meðan B36 hevur fingið trý stig.

Í øðrum umfari legði B36 á heimavølli rygg til 8-0 tap ímóti B68. At tað stendur betri til nú hjá B36 kundi úrslitið fyri viku síðani bent á. Tá vann B36 fyri fyrstu ferð ? 2-1 í Sørvági.

Fyri viku síðani endaði tað 0-0, tá ið LÍF var í Fuglafirði. At tað kann kiksa í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá høvuðsstaðarfelag vita teir í LÍF. Í 2. umfari tapti LÍF 2-1 í Gundadali ímóti HB!