1. DEILD
LÍF var leingi ósigrað oddalið. Nú hava teir tapt tvær ferðir upp í slag, og tað hevur kostað í stríðnum um fremstu plássini og harvið møguleikan at flyta upp. At TB tapti ímóti teimum næstbestu í Klaksvík, og ikki minni at FS Vágar04 tapti ímóti teimum næstbestu í Vági undirstrikar, at TB og FSV04 ikki í løtuni kunnu roknast sum møguligir uppflytarar. Men tað er langt til 21. oktober!
B71-HB
HB liðið tóktist á pappírinum væl mannað, og fyrsta hálva tíman bendi einki á stórt skrædl, men serliga í 2. hálvleiki, tá ið B71 setti ferð á og skoraði fimm mál, var sera lítið veiggj í havnarmonnum.
Jónsvein Thomsen, sum árini frammanundan hevur verið góður B71 málskjútti, hevur ikki spælt so nógv í ár, tí hann fyrr í ár var burturstaddur. Fyri fyrstu ferð í ár fekk hann møguleikan frá fyrsta bríksli, og í 1. hálvleiki skoraði hann bæði málini. Annað var góður fluktari upp í hornið, og hitt seinna var lobbari upp um málverjan, sum var ov uttarlaga staddur.
Í 2. hálvleiki økti Jákup Sørensen við høvdinum eftir horna, Clayton Soares helt sítt miðaltal so hampuliga, tá ið hann skoraði tvær ferðir, og Magnus Olsen og innskifti Gert Lydersen úr sera spískum skoraðu eina ferð í part.
Bárður Mortansson hevði einastu rættiliga HB royndina, men Símun Rógvi Hansen bjargaði meistarliga góða stútaranum.
KÍ-TB
TB nýtti sama konseptið sum Formula liðið hjá KÍ. Teir sparkaðu høgt og langt og høvdu harvið ikki bóltin serliga nógv. KÍ royndi at samanspæla, og teir høvdu møguleikar at gera fleiri enn tvey mál.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki fekk KÍ hol á. Eftir framlegging frá Ova Nysted, stríddist álops makkarin hjá honum, Erling Fles, við verjuspælara um bóltin. TB spælarin var so óheppin, at hann lyfti bóltin upp um málverjan og í málið.
Tíggju minuttir undan leikloki staðfesti Ovi Nysted heimasigurin. Beinleiðis fríspark brast undir samankomingina og síðani inn um strikuna.
Royn-SÍ
Sum flestu aðra staðni kring landið var tað mjørki í Suðuroy leygardagin. Men ikki í Hvalba, har sólin skein av heiðum himni. Fótbóltsspælinum hjá hvalbingum var tó lítið ljós yvir. Teir høvdu tvey skot upp á mál og eitt hornaspark.
SÍ fekk hol á í 2. minutti. Messias setti bóltin í netið eftir horna, og í hesum HM tíðum vóru brasiliumenninir hjá SÍ væl upplagdir. Marcello skoraði tvær ferðir í 1. hálvleiki, tá ið tað mesta gekk fyri seg á Royn hálvuni, Jóan Petur á Stongum skoraði eina ferð og Jón Nielsen skoraði tvey mál.
Eftir steðgin skifti SÍ nógv út, og teir gjørdu fleiri royndir. Ivaleyst kundu teir havt fingið fleiri mál, um teir høvdu hildið á við somu øði. Einsamalla málið seinna umfarið skoraði innskifti Ebbe Kristinn Thomsen, sum fyri stuttum er komin til SÍ úr Sandoy.
VB/Sumba-FS Vágar04
Hetta var mest óvæntaða úrslitið av øllum. Næstsíðsta vikuskifti fekk VB/Sumba ikki mannað lið, og tað sá einki út, tá ið teir eftir eitt korter og FSV innlegg úr vinstru gjørdu sjálvmál.
Ble svaraði aftur fyri heimaliðið, tá ið hann sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann skoraði.
Gestirnir vóru leikliga omaná í 1. hálvleiki, og teir høvdu fleiri møguleikar. Sjúrður Ellefsen legði FSV04 framum aftur, eftir at hann var spældur blankur í brotsteiginum, og so bendi tað aftur á útisigur.
Men VB/Sumba vísti góðan moral, og eftir steðgin vóru tað teir, sum skoraðu tvey mál, meðan FSV04 ikki vísti sama spælið, sum teir høvdu gjørt í 1. hálvleiki. John Poulsen javnaði við langskoti, og Ble skoraði sigursmálið stútara eftir horna.
LÍF-AB
Argjamenn fóru væl hýrdir úr Leirvík við 2-1 sigri. Fyrstu løtuna var LÍF greitt omaná, og tá ið tíggju minuttir vóru farnir, løgdu teir seg framum. Eftir skotroynd úr høgru og retur bólt frá Magnusi Poulsen var Bárður á Lakjuni fyrstur á.
LÍF hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men Magnus Poulsen var stinnur aftasti skansi.
Eftir hálvan tíma hevði AB fyrstu royndina, tá ið Rúni Nolsøe sendi í stólpan. Stutt eftir javnaði AB. Eftir frísparkssending út í høgra borð sendi Allan Mørkøre innfyri. Heimamenninir tóktust ikki savnaðir um uppgávuna, tí teir vóru misnøgdir við frísparkið, og við handara stólpan sendi unglingaspælarin Rógvi Poulsen bóltin í málið.
Sigursmálið fekk AB beinanvegin eftir steðgin. Tony Rasmussen, sum var komin úr Danmark at hjálpa til, spældi Dion Jacobsen leysan, og ungi maðurin sveik ikki. LÍF trýsti fyri at javna, og teir høvdu møguleikar, men teir fingu einki mál.