Lóg ímóti kríggi

Jóhannes Páll pávi Annar mælir nú altjóða samfelagnum til at smíða eina lóg, sum skal forða altjóða kreppum sum Irak-krígnum.

Pávin hevur leingi fýlst á, at tað ikki eydnaðist at loysa Irak-kreppuna við diplomatiskum tiltøkum, og hann heldur, at úrslitið av teirri kreppuni vísir, hvussu veik verandi altjóða lóggáva er. Nýggjársdagur næsta ár er altjóða friðardagur, og pávin sigur, at tann dagin eigur altjóða samfelagið at seta sær sum mál at gera eina nýggja lóggávu, sum skal forða kríggi.

-Mannaættin hevur eina stóra avbjóðing fyri framman. Eydnast tað ikki at skipa stovnar, sum kunnu forða kríggi, er vandi fyri, at hernaðarlig megi verður sterkari enn lógini, sigur pávin.