Í gjár skrivaði Sosialurin um, at fleiri kanningar skuldu gerast at nýføðingum í Føroyum. Hetta arbeiðið verður mett at byrja um 1. august. Her er tó bert talan um blóðroyndir, sum verða kannaður fyri sjúkur. Oftani hevur verið at hoyrt um arvagransking í Føroyum, men higartil hevur ikki verið nøkur lóggáva, sum ásetur, hvussu farast skal fram innan arvagransking í Føroyum. Ein tílík lóggáva er tó á veg, og skuldi hetta arbeiðið eftir røttum verið lagt fram fyri tingið um ólavsøkuna. Tað hevur verið Pál Weihe, sum vegna deildina fyri arbeiðsmedisin hevur staðið fyri arbeiðinum at fyrireika lóggávuna. Løgfrøðiligi parturin hevur verið greiddur við kønari hjálp útifrá.
Leingi ávegis
Tað var Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi landsstýrismaður, sum setti arbeiðið í gongd við at gera lóg um arvagransking í Føroyum. Helena Dam Neystabø sigur, at sjálvt arbeiðið uppá lóggávuna var sett í gongd fyrst í hesum árinum, men tað verið frammi í eina tíð.
-Tað var eftir politiskum ynski, at arbeiðið varð sett ígongd, men var samstundis eisini eitt ynski hjá mær, tí eg helt, at tað var tørvur á hesum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Sambært Jenis av Rana, løgtingsmanni, so vóru politikarnir veruliga sína uppgávu verdir, tá orðaskifti var í tinginum um arvagransking í sínari tíð. Hetta var í sambandi við, at eitt íslendskt felag ætlaði sær at fara undir arvagransking í Føroyum, at orðaskifti byrjaði um hesar spurningar. Tá mettu løgtingsmenn, at føroyska samfelagið ikki var búgvið til føroyska samfelagið.
Fer til hoyringar
Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, hevur so at siga arvað málið um arvagransking. Hann tók við eftir Helenu Dam á Neystabø. Hann sigur, at uppskotið fer til hoyringar ymsastaðni, tá hann fær tað, og hesi fáa 14 dagar at gera viðmerkingar. Tað verður eitt nú landslæknin og Vísindasiðseminevnd Føroya, sum fáa møguleikan til at gera viðmerkingar. Hetta er eitt nógv umtalað evni, so tað kann lættliga hugsast, at viðmerkingar koma til uppskotið.
-Eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar, verður alt lisið ígjøgnum og møguligar broytingar vera skrivaðar í uppskotið, og síðani fer tað í tingið til viðgerðar og støðutakan,sigur Sámal Petur í Grund.
Tað verður tískil í fyrsta lagi um tríggjar vikur, at uppskotið verður lagt fyri tingið. Tað er væntandi ikki langt av leiði at ímynda sær , at tað dregur longri út.
Ov nógvur kapitalur
Eitt tílíkt mál sum arvagransking hevur ikki verið so nógv frammi í politiska heiminum í Føroyum. Ein flokkur, sum hevur markerað seg rættiliga nógv innanfyri sovorðin øki sum hetta, er Miðflokkurin.
Flokkurin orðaði fyri nøkrum árum síðani ein politik á økinum.
- Politkkurin hjá okkum gongur fyrst og fremst út uppá at tryggja rættindini hjá tí einstaka. Einstaklingurin má ikki ofrast fyri kapitalinum, sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
- Tað hevur eisini stóran týdning, at føroyingar hava ræðið á støðuni í staðin fyri útlendingar. Tað skal vera frívilligt hjá tí einstaka, og vit mugu siga, at trygdin fyrst og fremst skal vera tað týdningarmikla, sigur Jenis av Rana.
Jenis sigur eisini, at tá málið var frammi fyri nøkrum árum síðani, so vóru fleiri viðurskifti, sum ikki vóru í lagi. Tað var ov nógvur kapitalur, sum vann á teimum menniskjaligu áhugamálunum, sigur Jenis av Rana.
Politikkurin hjá Miðflokkinum er rættiliga líkur tí arbeiðssetningi, sum Vísindasiðseminevnd Føroya hevur at arbeiða eftir. Jenis av Rana sigur eisini, at nevndin arbeiðir eftir hesum sama leisti.
Hetta málið er eitt av hjartamálunum hjá Miðflokkinum, og hetta verður bara byrjanin til fleiri orðaskifti um arvagransking, tí hetta er eitt so stórt mál, sigur Jenis av Rana.