Árliga frágreiðingin frá donsku løgregluni fyri 1997 er komin og eins og vanligt er inniheldur hon eisini ein part um Føroyar.
Sjey blaðsíður um alla føroysku løgregluna er ikki so nógv, men tað sigur líka nógv um, hvussu friðarligt land Føroyar er og hvussu lítil kriminalitetur verður framdur her á landi.
Skipakanningarnar hava fingið sítt pláss í frágreiðingini. Har stendur at lesa, at í 1996 arbeiddu ein advokatur, ein løgregluassessor, ein løgreglufulltrúi, sjey kriminalløgreglumenn og ein skrivstovufulltrúi við málinum.
So hvørt málini vóru liðug, minkaði starvsfólkatalið og um ársskiftið vóru bert 5 fólk á málinum.
Kriminaliteturin fellur
Í 1997 vórðu skrásett 1036 lógarbrot á revsilógina. Hetta eru 10,8 prosent færri enn í 1996, tá talið var uppi á 1161.
Men ikki nóg mikið við tí.
Hetta er lægsta tal síðan 1982
Talið av meldaðum innbrotum og tjóvaríum var í 1997 ávikavíst 172 og 194. Hetta svarar til 6,8 prosent fleiri innbrot, 27,3 prosent færri tjóvaríir enn í 1996.
Sambært frágreiðing løgreglunnar er orsøkin til hesar broytingar, at tað eru tað teir í fakinum kallað »seriekriminalitet«, sum nakrir fáir gerningsmenn gera einkult ár.
Tað merkir sostatt, at 1997 var eitt ár, har vit sluppu undan slíkum bartrogum, sum gera nógvan kriminalitet.
Verður talið av innbrotum mett í mun til seinastu fimm árini, so er talið av innbrotum enn sera lágt, hóast tað er fari nakað upp eftir seinastu trý árini.
Samstundis er talið av øðrum innbrotum fallið til tað lægsta í sama tíðarskeiðið.
Talið av
tjóvaríum fellur
Talið av øðrum meldaðum tjóvaríum er fallið við 16,8 prosentum í 1997. Hetta skal samanhaldast við at talið í 1996 vaks við ikki minni enn góðum 62 prosentum.
Alt í alt, so er talið av meldaðum tjóvaríum og øðrum tjóvaríum fallið við 15 prosentum frá 1996. Hetta tal sær tó út til at hava funnið eitt javnt støðið.
Sambært frágreiðingini hjá løgregluni, so er talið av brúkstjóvaríum framvegis fallandi ellivta árið á rað. Í fjør vóru skrásett 57 brúkstjóvarí her á landi.
Herverkini
fækkast eisini
Men tað er ikki bara talið av tjóvaríum, sum fellur.
Tað vóru meldað 15,6 prosent færri herverk í 1997 enn í 1996. Tað vóru framd 304 herverk í 1997.
Hetta er 10. árið á rað at talið av herverkum fellur. Í 1989 vóru meldað 538 herverk.
Hóast tað ikki verða framd so nógv herverk nú, sum fyrr, so eru herverkini ein triðingur av øllum revsilógarbrotum í Føroyum.
Funnu 1 gram
av heroin
Tað er alment kunnugt, at løgreglan í Føroyum ikki finnur nakað stórvegis av rúsevnum.
Um tað er tí, at tað ikki finst í Føroyum ella tí, at innflytararnir eru snildari enn løgreglan, skal ikki verða fyri okkum at døma um.
Tað mest vanliga rúsevni, sum kemur fyri eyguni á løgregluni, er hash. Nøgdirnar hava ongantíð verði stórar, men í fjør fann løgreglan eina stóra nøgd umborð á einum grønlendskum skipi.
33 kilo - einki minni.
Av tí at tað var roknað til grønlendska »marknaðin«, so varð maðurin, sum annars var fongslaður í Føroyum, sendur til Grønlands.
At tað ikki bara er hash í Føroyum, kom fyri ein dag í fjør, tá tað fyri fyrstu ferð eydnaðist løgregluni at finna heroin.
Eittans grammið varð funnið, men tað merkir so, at løgreglan nú veit, at heroin finst í Føroyum.
Bilarnir gerast fleiri
Løgreglan í Føroyum hevur altíð gjørt nógv við ferðslukanningar í Føroyum.
Nógvir bilar hava verið í Føroyum og tí hevur verið ríkiligt at tríva í hjá løgregluni.
Men kreppuárini settu síni spor. Talið av bilum í Føroyum lækkaði við næstan fýra túsund bilum, og so var minni at gera hjá løgregluni á gøtuni!
Men nú er aftur øking í talinum av ánaraskiftum hjá løgregluni.
1997 var triðja árið á rað tá talið av bilum øktist. Hesaferð til 17.056 bilar. Til sammetingar kann sigast, at í 1988 vóru 18.922 bilar í Føroyum, so vit eru væl á veg upp aftur.
Føroyska løgreglan er nøgd við úrslitið av stóra innsatsinum á ferðsluøkinum.
Árini tá talið av akførum minkaði, fall talið av ferðsluvanlukkum sjálvandi eisini.
Hetta var galdandi fyri bæði ferðsluvanlukkur við persónsskaða og fyri ferðsluvanlukkur har rúsdrekka var blandað uppí.
Síðan 1994 hevur hetta tal funnið eina javna legu og hevur ikki broytt seg stórvegis.
Tað hendu 1029 ferðsluóhapp í 1997. So nógv eru í hvussu er skrásett hjá løgregluni.
Sammett við árið fyri er talan um eitt fall uppá 5,9%.
Fleiri tikin fyri
rúsdrekkakoyring
Talið av rúsdrekkaførarum vaks í 1997.
Í 1996 vórðu 150 bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning ella tí sum verri er, men í 1997 vóru 170 førarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring.
Í frágreiðingini hjá løgregluni stendur at lesa, at talið av rúsdrekkaførarum er hækkað triðja árið á rað, og tað er ikki gott.
Hetta skal tó síggjast í teirri heild, at fleiri bilar aftur eru á teimum føroysku vegunum.
Tað er tó at vóna, at løgreglan við sínum miðvísa arbeiði at steðga bilførarum fær fleiri rúsdrekkaførarar av vegnum, tí tað er sera óheppið, at koyra ávirkaður.
Hóast talið av rúsdrekkaførarum er vaksandi, so eru nógv færri, sum koyra rúsdrekkakoyring nú, enn tað gjørdu árini 1982-1993.
Talva 10 á síðu 236 og 237 í ársfrágreiðingini vísir eitt yvirlit yvir mál og arbeiðsstatistikk hjá løgregluni í Føroyum.
Ein skjót gjøgnumgongd av talvuni, sigur so mikið, at løgreglan hevur munandi »minni« at gera nú enn í 1996.
Og tað er bara at frøðast yvir.