Formansskapurin í Norðurlandaráðnum vitjar í Føroyum í hesum døgum og hevur havt fund við bæði umboð fyri løgtingið og landsstýrið. Eitt av høvuðsmálunum, sum hevur verið frammi, er kravið frá føroyingum um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Ole Stavad, fyrrverandi danskur ráðharri, er formaður í Norðurlandaráðnum. Hann sigur við Sosialin, at orsøkin til at fundurin er lagdur í Føroyum, er nettupp spurningurin um føroyska limaskap.
Ein stór serfrøðingafrágreiðing er gjørd um málið við serligum atliti til ta løgfrøðiligu síðuna av málinum, og í hesum sambandi hevur Frederik Harroff professari verið við til fundarnar í Havn, har hann hevur greitt frá teimum løgfrøðiligu spurningunum rundan um fullan føroyska limaskap.
Ole Stavad sigur, at niðurstøðurnar um løgfrøðina í sambandi við limaskap eru so mikið greiðar, at tað nú bert er ein politiskur spurningur, um Føroyar og aðrir minnilutar kunnu fáa fullan sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. - Tað er einki, sum løgfrøðiliga forðar fyri, at man politiskt tekur avgerð um at gjøgnumføra fullan limaskap fyri tey sjálvstýrandi økini í Norðurlondum. Tað er sera áhugavert at hoyra serfrøðingarnar greiða frá, hvussu langt fólkarætturin hevur flutt seg, síðani man í byrjanini av 80-árunum hevði orðaskifti um og kanningar av hesum málinum. Tí kann eg bert siga, at hetta nú er ein politiskur spurningur aleina, og at politikarar tí ikki longur kunnu vísa málinum aftur við at vísa á, at limaskapur løgfrøðiliga ber ikki til. Slíkar umberingar rigga ikki longur.
Ole Stavad sigur, at tað nú er spurningurin, um tað fæst politisk undirtøka í øllum Norðurlondum fyri limaskapi. Hetta krevur so broytingar í Helsingforsavtaluni, og hon kann bert broytast við konsensus tvs. at allar stjórninar mugu vera 100% samdar.
Ole Stavad sigur víðari, at tað er ikki nøkur greið mynd av í løtuni, hvussu tey einstøku londini vilja fyrihalda seg til nýggju støðuna. Fundurin, sum samstarvsráðharranir høvdu fyrr í ár, gav ikki nakað úrslit, tí man hevði meira hug til at skjóta málið út til hornaspark.
Danski formaðurin í Norðurlandaráðnum sigur seg skilja, at tað kanska ikki er fullur konsensus har í løtuni, tá hugsað verður um eitt nú samarnar. Annars má metast, at tað serstakliga eru Finland, Svøríki og Noreg, sum vilja vera varin.
Annars heldur Ole Stavad, at vit eiga at fegnast um, at tað nú er møguleiki at finna eina semju millum landsstýrið og løgtingið øðrumegin og donsku stjórnina og Fólkatingið hinumegin, soleiðis at tað verða ikki viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, sum koma at forða nøkrum. Tað verður harafturímóti ein spurningur um, hvat hini norðurlondini siga.
-Er tað spurningurin um álendingar og samarnar, sum kann vera forðingin fyri eini politiskari loysn?
-Tað kann eg ikki siga í løtuni, tí vit hava ikki fingið nakrar greiðar útmeldingar um tað.
-Kann føroyskur limaskapur í EFTA lættari geva okkum limaskap í Norðurlandaráðnum?
-Tað trúgvi eg ikki. Kanska heldur beint øvugt. Kunnu Føroyar fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, so kann tað væl gerast ein "murbrækker" fyri føroyskari sjálvstøðugari luttøku aðrastaðni eisini.