Løggan skal kappast

Ein heldur øðrvísi ítróttardagur verður á skránni hjá politinum týsdagin

Cop-Cup

Tað verður ein ítróttardagur av teimum heldur sjáldsomu, tá føroyskir løgreglumenn týsdagin fara at royna seg í sonevndu Cop-Cup kappingini.
Hetta er ein kapping við ikki færri enn 16 kappingargreinnum, og skulu allar avgreiðast innan ein og sama dag. Í fleiri førum er eisini talan um heldur alternativar ítróttagreinar. Eitt nú í pletfisk, har teir við sleingjutráðu skulu kasta ein dartpíl móti skivuni.
Dagurin hjá løgreglumonnunum byrjar snimma á morgni í Gundadali, har fótbóltur er á skránni, og so gongur bara slag í slag. Nakrar av kappingunum ganga fyri seg innandura, og verða hesar í Gundadalshøllini, umframt at Svimjihøllin eisini skal nýtast.
Sum navnið sigur, so er talan um eina kapping fyri løgreglufólk, og verða tað 20 av slagnum, sum fara at royna seg týsdagin. Av navnalistanum framgongur, at talan í nógvum førum er um nøvn, sum hava gjørt um seg í øðrum sambandi í føroyska ítróttarheiminum, so einki er at ivast í, at nógv verður lagt fyri í royndunum at vinna.
Og so skulu vit eisini heilsa og siga, at hóast hetta, so verður nóg mikið av fólki til arbeiðis hjá løgregluni týsdagin, so tey óttast á ongan hátt, at lógloysi fer at gera um seg, meðan kappast verður.