Svenning av Lofti
??????
Í gjárskvøldið sá eg eitt brot i eini sjónvarpssending, sum var um verju av fostrinum í móðurlívi. Hetta snúði seg um mammur, ið vóru narkomanar. Sagt varð í hesi sending at danir hava framt eina lóggávu, ið loyvir tí almenna at tvingsilsinnleggja eina mammu, ið er narkomanur og sum ber eitt barn. Orsøkin er tann, at eitt barn, ið slíkum føri verður føtt sum narkomanur, tí hevur tað almenna Danmark tikið hetta stig. Seinni hava so norskir myndugleikar samtykt eina samsvarandi lóg.
Áhugavert, at her verður hædd tikin fyri tørvinum hjá fostrinum í móðurlívi í so stóran mun, at persónliga frælsið verður tikið frá kvinnuni.
Men tá ið eg havi lurtað eftir kjaki á løgtingi, t.d. um ta nevndina, sum Miðflokkurin skjeyt upp at seta, fyri at ráðgeva kvinnum, sum komu í trupla støðu, eftir at vera vorðnar við barn og tí umhugsaðu at taka fostrið. Flestu løgtingsrøðarar tóku undir við slíkari nevnd.
Men tað undraði tað meg, at kvinnuligir løgtingslimir mæltu í móti hesum og róðu uppundir, at hetta var at ómyndggera og taka frælsið frá kvinnuni. Men tað er tað ikki, tí tað er ikki einans talan um kvinnuna í slíkum føri, men eisini um eitt fostur, ið eisini má og skal hava sín rætt. Hesar kvinnur tóku ikki verjuna av fostrinum og rætt tess upp á tunguna, men einans kvinnuna og rætt hennara.
Eg var tí fegin at hoyra, at hesar báðar grannatjóðir okkara, vóru so frægt at sær komnar, at tær hava gjørt slíkar lógir fyri at verja fostrið í móðurlívið. Men Gud gævi, at hesar somu grannatjóðir fóru eitt stig longri og avtóku fríu fosturtøkuna - og fylgdu okkum føroyingum, tí vit hava eina lóg, sum verjir fostrið í móðurlívi.